Tað var øgiligur dramatikkur í Hólmanum

1. DEILD: Bæði TB og EB/Streymur skoraðu í tíðini, sum dómarin legði aftrat vanligu leiktíðini

Fínu myndina av hópinum hjá EB/Streymi, sum hevur lið í bæði Meistaradeildini og 1. deild, hevur Sofus Debes Johannesen tikið

Tað var rættiliga dramatiskt, tá ið teir næstbestu hjá EB/Streymi seinnapartin høvdu vitjan av TB.

 

Úrslitið var 2-2 eftir hálvleiksstøðuna 1-0 til heimaliðið.

 

TB javnaði til 1-1 miðskeiðis í seinna hálvleiki, og soleiðis var støðan eisini, tá ið vanliga leiktíðin.

 

Tá ið stóripinnur hevði verið einaferð eyka runt, skoraði TB, og so sá tað út til, at gestirnir fóru at hava øll trý stigini við sær suðuraftur. Men soleiðis endaði tað ikki, tí ein minutt eftir, at TB hevði lagt seg á odda 2-1, svaraði heimaliðið aftur, og so endaði tað 2-2.

 

EB/Streymur er botnlið við 8 stigum, og TB er á fimta plássi við 26 stigum.

 

Um eina viku fær TB vitjan av NSÍ, og um eina viku fær EB/Streymur vitjan av ÍF.

 

Í dag var tað Mathias Andersen, sum eftir eitt stórt korter legði heimaliðið framum 1-0. Hetta var sætta ferðin í ár, at hann var málskjútti í 1. deild í ár, og hann er toppskjútti hjá EB/Streymi í næstbestu deildini.

 

Miðskeiðis í seinna hálvleiki var tað Aron Arnholdsson, sum javnaði fyri TB til 1-1. Fyri einari viku síðani skoraði hann tvey mál, tá ið TB vann 4-3 í Gundadali ímóti B36, og nú hevur hann skorað sjey mál í ár.

 

Fyri einari viku síðani var tað Nikolei Johannesen, sum skoraði 4-3 sigursmálið í Gundadali. Tað var fyrsta málið hjá honum í ár, og tað sá út til, at hann eisini í dag skoraði TB sigursmálið, men so var tað, at EB/Streymur svaraði aftur og skoraði til 2-2. Málskjútti var Bárður Dahl Ennigarð. Hetta var aðru ferð í ár, at 20 ára gamli Bárður Dahl Ennigarð var málskjútti hjá EB(Streymi í næstbestu deildini.

 

 

 

Fínu myndina av hópinum hjá EB/Streymi, sum hevur lið í bæði Meistaradeildini og 1. deild, hevur Sofus Debes Johannesen tikið