Í samrøðu við russiskt ríkissjónvarp segði Putin í dag, at Ukraina við álopum á russisk búskaparlig mál hevur „latið Pandoru-eskju upp“.
– Stýrið í Kyiv setti sær fyri at skaða okkara búskap. Hvat gjørdu tey? Tey lótu sjálvi hesa Pandoru-eskju upp, segði Putin.
Útsøgnin sipar til griksku søgnina um Pandoru, har tað at lata eskjuna upp hevði ófyrisæddar og álvarsligar avleiðingar.
Putin segði, at Russland altíð fer at svara aftur, tá russiskt undirstøðukervi og logistikkur verða álopin.
– Vilja tit órógva okkara logistikk? So varir tað ikki leingi, áðrenn okkara aftursvar kemur. Eg havi sagt tað mangan áður. Tað kemur altíð eitt svar, segði hann sambært russiska tíðindastovuni Tass.
Seinastu mánaðirnar hevur Ukraina økt um dronuálopini á russisk oljuverk, goymslur og aðra búskaparliga undirstøðuskipan. Millum annað eru goymslur hjá stóra nethandlinum Wildberries álopnar, tí Ukraina metir, at fyritøkan stuðlar russisku krígsmaskinuni.
##med2##
Russland hevur afturfyri gjørt álop á ukrainskt kornútflutningsundirstøðukervi við Svartahavið.
Putin vísti samstundis aftur, at russisku álopini fara at elva til matvørutrot í heiminum.
– Vit hava avbjóðingar við at fáa okkara egnu vørur út á marknaðin, men tær fara vit at loysa. Tí verður eingin mangul á heimsmarknaðinum, segði russiski forsetin.
Russland tók seg í 2023 úr altjóða kornavtaluni, sum Turkaland hevði miðlað í lag, og sum skuldi tryggja tryggan útflutning av ukrainskum korni um Svartahavið. Síðani hevur stríðið um matvøruútflutningin harðnað.












