- Tað verður meira spennandi enn nakrantíð

Nú eru bara tveir dagar til Premier League byrjar. Helgi L. Petersen greiðir frá sínum vónum til komandi kappingarárið

Eftir 76 dagar langan steðg byrjar Premier League endiliga aftur í leygardagin. Tað er ongin loyna, at nógvir føroyingar eru eldhugaðir fjepparar av liðum í fremstu bretsku fótbóltskappingini, og hjá nógvum av hesum fyllir Premier League sera nógv í vikuskiftinum.


Í gjár var tað B36-miðverjin, Andrias Eriksen, sum er íðin Liverpool-viðhaldsmaður, ið greiddi frá sínum hugsanum um komandi kappingarárið í Premier League, og í kvøld er tað Helgi L. Petersen, sum vit í dag fyrst og fremst kenna sum viðmerkjara á Rás2, sum verður spurdur teir tríggjar obligatorisku spurningarnar viðvíkjandi Premier League, ið hava verið at sæð á in.fo tvey tey seinastu kvøldini.


Hvørjum liði heldur tú við í Premier League og hví?
- Eg haldi við Arsenal. Áhugin fyri enskum fótbólti sprotnaði fyrst í 90-árunum, og tá gjørdist Arsenal mítt lið. Tað var serliga seinni í 90-árunum, tá ið felagið hevði leikarar sum Dennis Bergkamp og Patrick Vieira, at eg bleiv fullkomiliga seldur sum Arsenal-fjeppari.



Hvør vinnur Premier League í ár?

- Uha. Eg ivist ikki eina løtu í, at tað verður eitt av liðunum, ið endaðu í topp-4 í fjør. Men eg vænti eisini, at í ár verður tað meira spennandi enn nakrantíð. Arsenal og Manchester United hava styrkt seg væl, og eg vænti, at tey bæði liðini saman við Chelsea fara at stríðast um meistaraheitið heilt til kappingarársenda. Manchester City dettur onkursvegna niðurímillum har, og eg vænti ikki meira enn eitt fjórða pláss til teir.


Hvørjum leikara væntar tú tær nógv av?

- Ein væntar sær sjálvandi nógv av "the usual suspects". Her hugsi eg um leikarar sum Alexis, Hazard, Aguero og Rooney. Eg velji tó tveir Arsenal-leikarar burturúr rúgvuni, sum eg vænti mær nógv. Teir eru Francis Coquelin og Alex Oxlade-Chamberlain, ið eftir mínum tykki fara at stríðast um heiðurin sum ársins leikari hjá Arsenal hetta kappingarárið.

 

Í morgin verður tað ein viðhaldsmaður hjá arvafíggindunum hjá Arsenal, Tottenham, ið sleppur framat.