Formaðurin í Kringvarpsstýrinum, Rúni Heinesen, sigur í aftursvari til Barbaru Holm, blaðstjóra á Sosialinum, at atfinningar, sum koma til stýrisformannin, verða viðgjørdar í álvara.
Les alt aftursvarið her: Góða Barbara, stýrið tekur trúvirðið í størsta álvara
Hann greiðir frá, at hann ikki hevur ætlanir um at troytta fólk við orðunum kunning, klaga og kæra, men orðabók og innan fyrisiting er nakað av muni.
– Men eg kann vissa um, at slíkar atfinningar, sum koma til stýrisformannin verða viðgjørdar í álvara. Tað hevur eisini verið gjørt í hesum førinum, tí sama kvøldið eg fekk kunnleika um teldupostin, var stjórin umvegis telefon kunnaður um atfinningarnar, sigur hann.
–Seinni er teldupostur og telefonnotat lagt fyri kringvarpsstjóran, soleiðis at stjórin hevur møguleika fyri at verja seg. Givið er, at álitið á stovnin og trúvirðið, eru eitt og tað sama. Ì hesum, kann eg heilsa, kemur stýrið ikki at slaka, sigur Rúni Heinesen.
Les eisini: Hava ikki fingið kærur um kringvarpsstjóran
Les eisini: Aftursvar til Rúna Heinesen: Innihaldið í skjølunum er ov álvarsligt