Føroya Náttúrvenrdarfelag átalar harðliga vatnorkuútbyggingina hjá SEV á Eiði og ætlaðu útbyggingina í Norðurstreymoy
Nevndin í Føroya Náttúruverndarfelag átalar at okkara politiski myndugleiki ikki viðger og setur út í kortið hvussu so avgjørd týdningarmikil mál sum orkuframleiðsla og gagnnýtsla av náttúrutilfeingið skulu fara fram.
- Vit hava tikið um helvtina av tøku vatnorkuni, enntá sera illa gagnnýtt, tá stór orkutap kunnu staðfestast í allari Eiðisverkætlanini. Vit hava um 100 mill.Kwtímar vatnorkuframleitt ravmagn og sostatt góðar 100 mill.Kwtímar eftir at taka, men so eru vit eisini fyriuttan vøkru áirnar og vøtnini, skrivar Kári Thomsen, formaður, m. a. í mótmælisskrivinum.
Hann sigur víðari, at vitandi at framtíðar orkutørvurin verður fleiri milliardir kilowattímar og at hesin skal framleiðast við øðrum enn fossilari orku, átti tað at fingið okkara politikarar at taka seg um reiggj og sagt frá hvør tað er sum setur út í kortið hvussu framtíðar náttúruvirði skulu tryggjast í mun til orkuframleiðslu.
Vit vilja harðliga átala at SEV letur hánt um aðrar møguleikar at framleiða ravmagn. Væl ber til at pumpa vatn upp til verandi byrgingar við vindorku og enntá við sera høgum nýtslustigi. Hetta verður framt í fleiri londum, men sær ikki út til at feløg uttan fyri SEV skulu sleppa inn á ravmagnsmarknaðin. Alduorkuverkætlan SEV´s í samstarvi við SeaWave verður av Føroya Náttúruverndarfelag ikki tikin í álvara, men skoðað sum undanførðsla, einans fyri at SEV skal fáa frí og stundir við framhaldandi vatnorkubyggingum. SeaWave tøknin er løgd á hillina av útlendskum alduorkuserfrøðingum, og gransking og menning fer fram innan aðrar hættir. M.a. sæst nýggja verkið vestur úr portugisisku strondini nevnt Pelamis. Verkið riggar sera væl og er m.a. leyst úr strond og lagt út langt frá landi.
Nevndin vil eisini harðliga átala at SEV ikki vildi stuðla undir sjóvarfalls-orkuverkætlanin, ið var í umbúna í samstarvi við enskar framleiðarar og granskingarsstovur í Noreg og Danmark.
Føroyar eru og verða framhaldandi afturútsigldar innan burðardygga gagnnýtslu av ovurstóra orkutilfeingi okkara. Nýggj tøkni menninst hvønn dag, men sleppa vit ikki upp í part so leingi politiski myndugleikin letur standa til.
Vit átala somuleiðis at landsstýrið ikki kemur aftur í tingið við nýggju náttúrufriðingarlógini. Tørvurin er stórur á at vit fáa demokratiserað lóggávuna kring náttúruvernd og friðingar.
Lesið alla greinina í InternetSosialinum ? TRÝST HER