Taliban-revsingar galda framvegis í Afghanistan

Brotsmenn í Afganistan verða framvegis revsaðir eftir islamskari sharia-lóg eins og undir Taliban-stýrinum

Teir afghanar, sum væntaðu, at tær hørðu revsingarnar undir falna Taliban-stýrinum fóru at fáa sín enda saman við stýrinum, mistóku seg. Hósdagin kunngjørdi hægstirættur í Kabul, at myndugleikarnir fara framvegis at nýta ta islamsku sharia-lógina at áseta revsingar eftir.
Hetta ber m. a. í sær, at brotsmenn kunnu vænta at verða steinaðir, og er brotsverkið av serliga grovum slagi, kann revsingin vera, at onkur likamslutur verður skorin av. Hjúnarskilnaður er sambært sharia-lógini brotsverk, og tey seku verða steinað.
Taliban-stýrið var kent fyri at skipa soleiðis fyri, at almenningurin slapp at hyggja at, tá fólk vórðu revsað. Eisini hesin siður heldur fram undir nýggja stýrinum.
- Guð hevur sagt, at fólk skulu vera hjástødd, so tey kunnu vera vitni, og soleiðis at tey kunnu taka við læru, segði Fazul Hadi Shinwari, hægstarættarformaður.
Alment siga afghansku myndugleikarnir, at tað er neyðugt at halda fram við teimum hørðu revsingunum fyri at fáa tamarhald á tí stóra kriminalitetinum í landinum.
Ófriður
Hóast bardagin um valdið í Afghanistan langt síðani er av, og umheimurin hevur viðurkent tillagingarstjórnina um landsins lógligu stjórn, halda krígsharrar fram við bardaganum um valdið í pørtum av landinum.
Har norðuri í landinum hava bardagar verið seinastu vikuna millum tveir av teimum krígsharrunum, sum vóru uppi í Norðursamgonguni, ið rak Taliban-stýrið frá við amerikanskari og russiakari hjálp.
Eisini har eysturi í Afghanistan hevur tað verið ófriðarligt, og stjórnin gjørdi í gjár av at senda ein semingsnevnd at royna semju. Her eru tað partar av teirri sonevndu Eystursamgonguni, saum stríðast um valdið har eysturi í landinum.