Talv: Suveren oddalið

Ein samanumtøka av kappingarárinum í talv

Tvey lið skaraðu framúr í landskappingini í talvi, sum endaði leygardagin. Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag vóru í flokki fyri seg. Bara eitt stig var á muni teirra millum tá avtornaði, men heili sjey stig vóru aftur til Klaksvíkar Talvfelag á triðja plássi.

 

Oddaliðini vunnu bæði níggju av tíggju dystum í alt. Sínamillum fingu tey hvør sín sigur. Sandavágs Talvfelag hevur í nøkur ár havt serstøðu sum oddalið í føroyskari telving. Tað er í roynd og veru tankavekjandi, tí felagið var í nógv ár elevatorlið millum 1.- og 2. deild. Brádliga kom vend í, skrivar talvsambandið.

 

 

Kollveltingin 

Søgan er í stuttum tann, at fremsti telvarin í bygdini - og ein av landsins bestu telvarum í fleiri ár - fekk tveir synir, sum báðir eru úrmælingar at telva. Torkil er pápin, og Rógvi og Høgni eru synirnir. Felagið fekk eisini munagóðan styrk uttaneftir. Olaf Berg og Carl Eli Samuelsen eiga báðir sín lut í nøkrum av sigrunum undanfarnu árini.

 

Vit eiga í hesum sambandi ikki at gloyma veruliga íbirtaran í Sandavágs Talvfelag. Gutti Petersen var í mong ár ein trúgvur og áhaldin felagsmaður og undangongumaður. Hjá honum man tað vera serliga hugaligt at skoða glæsiligu avrikini hjá felagnum seinnu árini. Í ár hava bara sandavágsmenn mannað besta lið felagsins. Silas Eyðsteinsson hevur nú ment seg til dygdargóðan 1. liðsspælara aftrat faðiri og syni á fremru borðunum.

 

Men tað skerst ikki burtur, at brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen eru bulurin á sterka sandavágsliðnum. Báðir hava framúrskarandi úrslit á ovaru borðunum. Og tá ið so bæði Torkil og Silas hava yvir 50 prosents skoru á niðaru borðunum, verður úrtøkan hjá liðnum rímiligt ógvuliga góð.

 

 

Dream Team vann 

Hugtakið Dream Team varð nevnt, tá Havnar Telvingarfelag kunngjørdi manningina á 1. liði í vetur. Nú skuldi sigursrøðin hjá Sandavágs Talvfelag steðgast. Tað eydnaðist, men einans við bit og slit.

 

Trý ting vóru avgerandi. Helgi Dam Ziska var heimfluttur sum nýklaktur stórmeistari, men í veruleikanum fekk hann ikki avgerandi týdning, tí hann var bara við í tveimum dystum. Hevði hann verið fastur maður, er ivasamt, um stórvegis spenningur hevði verið í kappingini. 

 

Tveir aðrir telvarar høvdu stóran týdning. Olaf Berg var heimfluttur úr Danmark, og Carl Eli Samuelsen vendi umsíðir aftur á slóðina eftir drúgva talvútisetu í Vestmanna og Sandavági. Hinir tríggir vóru eisini ógvuliga hollir. Martin Poulsen hevur altíð verið álitismaður hjá barnsdómsfelagnum, Sjúrður Thorsteinsson hevði eitt rimmar úrslit, men tað var eisini væntandi eftir framúr góðu olympisku luttøkuna í fjør heyst. Og so er heldur ikki at gloyma, at Herluf Hansen - ein annar av trúgvu stríðsmonnum felagsins - var munagóður eykamaður.

 

 

Einmansavrik 

Sum áður nevnt eru góðu úrslitini hjá jøvnu toppliðunum grundað á óvanliga góð einstaklingsúrslit hjá summum lyklaspælarum á liðunum.

 

Her síggjast úrslitini hjá hvørjum telvara á báðum fremstu liðunum:

 

 

Havnar Telvingarfelag 30½

1. Helgi Dam Ziska  1½/2

2. Olaf Berg 6½/10

3. Martin Poulsen 5/7

4. Carl Eli Samuelsen 7½/10

5. Sjúrður Thorsteinsson 9/10

6. Herluf Hansen 2/2

 

Sandavágs Talvfelag 29½

1. Rógvi Egilstoft Nielsen 8/10

2. Høgni Egilstoft Nielsen 9½/10

3. Torkil Nielsen 6/10

4. Silas Eyðsteinsson 6/9

5. Finnbjørn Zachariassen 0/1

 

 

22. FM-heitið 

Sigurin hjá Havnar Telvingarfelag í ár var tann fyrsti í fimm ár, men tann 22 í røðini, síðani farið var undir regluligar FM-kappingar millum feløg veturin 1970/71. Í alt hava sjey feløg vunnið meistaraheitið hesi árini. Eitt av hesum feløgum er ikki virkið longur - talvfelagið Streymur í Hvalvík/Streymnesi.

 

Eitt ættarliðsskifti er farið fram í Havnar Telvingarfelag. Allir á FM-liðnum eru í góðum árum; tann elsti, Carl Eli Samuelsen, er 37 ár. Hann kom á 1. lið í seinnu hálvu í 90-árunum. Við undantaki av Sjúrði Thorsteinssyni, sum er uppvaksin á Tvøroyri, men nú býr og arbeiðir í Havn, eru hinir fimm allir havnardreingir og hava fingið sína talvfrálæru í talvhúsinum í R.C. Effersøesgøtu.

 

 

 

FM-lið 1. deild

1971-2017

 

1971 HT

1972 HT

1973 KT

1974 HT

1975 HT

1976 VT

1977 HT

1978 HT

1979 HT

1980 HT

1981 HT

1982 HT

1983 HT

1984 HT

1985 VT

1986 TFS

1987 TT

1988 KTF

1989 HT

1990 HT

1991 KTF

1992 VT

1993 KT

1994 KT

1995 HT

1996 KTF

1997 KTF

1998 KT

1999 KTF

2000 HT

2001 HT

2002 VT

2003 HT

2004 KTF

2005 HT

2006 VT

2007 KTF

2008 VT

2009 HT

2010 KTF

2011 ST

2012 HT

2013 ST

2014 ST

2015 ST

2016 ST

2017 HT

 

 

HT 22 (Havnar Telvingarfelag)

KTF 8 (Klaksvíkar Talvfelag)

VT 6 (Vestmanna Talvfelag)

ST 5 (Sandavágs Talvfelag)

KT 4 (Kollafjarðar Talvfelag)

TT 1 (Tofta Talvfelag)

TFS 1 (Talvfelagið Streymur)

 

(Talvsambandið)