Oddaliðið HB gjørdi sína skyldu og fór ósigrað gjøgnum fyrru helvt av landskappingini, tá ÍF var og vitjaði á niðara vølli í Gundadali leygardagin.
Nýtt graslíki verður í løtuni lagt á ovara vøll, og tí varð dysturin spældur á niðara vøllinum ? allarhelst fyrstu ferð, at landskappingardystur í 1. deild hjá monnum er spældur á niðara graslíkisvøllinum hjá havnarfólki.
HB vann dystin 3-2, men hóast úrslitið kundi bent á tað, so var millum lítið og einki av spenningi í dystinum, sum bar brá av, at menn longdust eftir summarfrítíðini.
Tað hevði eisini sína ávirkan, at HB kom á odda beinanvegin í dystinum. Tað var Hans Fróði Hansen, sum við einum reinum saksasparki sendi bóltin framvið Erlingi Joensen í ÍF-málinum. Ein annar dómari hevði kanska bríkslað fyri vandamiklum spæli inni í brotsteiginum, men tað hevði næstan verið synd ? vakra málið taldi við, og so var HB á odda.
Men tað vóru bert tveir minuttir spældir, og málið ruraði HB í svøvn. Havnarliðið slepti kortini ikki yvirvágini, men ÍF kom við í dystin eftir hørðu byrjanina.
Fuglfirðingar vóru offensivir í útgangsstøðuni og lupu á í staðin fyri at liggja afturi og bíða.
Áslakkur Petersen, sum var klárt tann vandamiklasti fuglfirðingurin í fyrra hálvleiki, royndi seg við skoti uttan fyri brotsteigin, tá dysturin var eini tjúgu minuttir gamal. Kaj Leo Johannesen í HB-málinum tveitti seg og fekk vart fyri, men ávaringin var komin um, at hóast ÍF liggur niðarlaga á stigatalvuni og enn ikki hevur vunnið í landskappingini, so kann liðið glógva í løtum.
Og tríggjar minuttir seinni royndi Áslakkur seg enn eina ferð við einum skoti frá sekstan metrum, eftir at bólturin var komin út frá HB-verjuni. Kaj Leo man ikki hava sæð tað stóra fyri øllum fólkinum, sum var framman fyri hann, tí hann flutti seg ikki av málstrikuni, og so sat bólturin í kassanum til 1-1.
Útjavnandi málið fekk HB-liðið at rakna við aftur, og hóast ÍF hevði javnað, komu teir ikki rættiliga inn í dystin, tí tað skein rættiliga væl ígjøgnum, at HB-liðið stutt og greitt var betri enn ÍF á øllum plássum.
HB tók eisini leiðsluna aftur, tá eini tíggju minuttir vóru eftir av hálvleikinum. Johannes Joensen stóð knappliga púra leysur eftir eitt sindur av ping-pong spæli, sum byrjaði við hornasparki frá Jens Eriki Rasmussen í høgru síðu, og hann skeyt sítt annað landskappingarmál í ár.
Summarið
kom til Havnar
Seinni hálvleikur líktist tí fyrra rættiliga nógv, burtursæð frá at HB-yvirvágin var eitt sindur størri enn áðrenn steðgin.
Men munurin var bert eitt mál, og tí var einki avgjørt, hvat úrslitinum viðvíkti. Tann avgerðin fall ikki, fyrr enn tíggju minuttir vóru eftir av dystinum. Allan Mørkøre slapp ígjøgnum nakað úti í høgru síðu, og einsamallur við málmanninum inni í brotsteigin spældi hann upp á tvørs til Súna Fríða Johannesen, sum var enn leysari, og hann setti bóltin í tóma málið til 3-1.
ÍF hevði ikki veruliga megnað at hótt HB-málið við støðuni 2-1, og tá tað nú bleiv 3-1, var vinnarin funnin.
HB-verjan hevði eisini ráð til at taka sær ein lítlan slang tveir minuttir seinni, tá hon loyvdi Eyðálvi Petersen ígjøgnum í høgru síðu, og hann minkaði til 2-3.
Restina av dystinum trillaði HB heim, og teir fara nú í summarsteðg við 23 stigum ? einum færri enn tey 24, B36 hevði, tá kappingin í fjør var hálvrunnin.
Niðari vøllur er ikki gjørdur til at spæla veruligar dystir á, og eins og í steypafinaluni hjá kvinnunum tveir dagar frammanundan var lítil og eingin atmosfera rundan um vøllin. Tað gjørdi eisini, at tað til tíðir minti meir um ein venjingardyst enn ein landskappingardyst.
Noreg spældi móti Italia í sjónvarpinum, og tað bleiv eisini sera kaldligt í seinna hálvleiki, tá hann køvdi av við mjørka. Onkur helt fyri, at nú var summarið eisini komið til Havnar ? eitt gott summar fyri HB, ið er fimm stig framman fyri nærmasta kappingarneytan, sum framvegis eitur KÍ.
ÍF kann nú halda summarfrí fram til 2. august, tá teir skulu til Klaksvíkar. HB hevur hinvegin altjóða avbjóðingar fyri framman. Hvørjar tær avbjóðingarnar verða, fáa vit at vita leygardagin, tá lutakastið til UEFA Cup-kappingina verður í Schweiz.