Tap í fyrsta kappingardystinum hjá Sasja i Sveis

Aleksandar "Sasja" Lacok kappast við dugnaligan svenskan málverja

Mynd: St. Gallen Handball

Ígjár spældi liðið hjá landsliðsmálverjanum, Aleksandar "Sasja" Lacok fyrsta kappingardystin í bestu sveisisku hondbóltsdeildini.

 

Liðið hjá Sasja, TSV St. Ottmar/St. Gallen tapti á heimavølli 28-32 fyri Wacker Thun. St. Gallen var greitt omaná í fyrra hálvleiki, og í steðginum var heimaliðið á odda 14-10. Í seinna hálvleiki gekk av skriðunu, serliga í verjupartinum, og tapti St. Gallen seinna hálvleik 14-22, og harvið dystin 28-32.

 

Dugnaligi 29 ára gamli svenski kappingarneytin hjá Sasja, Andreas Myhr Björkman vardi málið hjá St. Gallen meginpartin av dystinum. Hann bjargaði 40 prosent av málroyndunum. Sasja hevði bjarging í teimum fimm førunum Wacker Thun hevði málroyndir móti málinum hjá honum.

 

Mikukvøldið klokkan 18.15 skal St. Gallen royna seg á útivølli móti Basel.

 

 

 

Mynd: St. Gallen Handball