Útbyggingin av Hoyvíkshøllini

Í einari valgrein fyrr í vikuni fýltist eitt valevni hjá fólkaflokkinum á nýggju forhøllina til Hoyvíkshøllina. Tí hesar viðmerkingar.

Høllin varð liðug í 2002 eftir at samgongan við Leivi Hansen, sum borgarstjóra, hevði tikið stig til at byggja eina venjingarhøll í Hoyvík. Hetta var eitt ómetaliga stórt framstig tá, og hevði ongin framburður verðið innan hondbóltin í H71, um høllin ikki kom. Tað varð tó skjótt greitt, at høllin er ov lítil. Tískil er samtykt at útbyggja høllina í stigum:

1. Forhøll og skiftingarrúm liðugt 2012 (er liðugt)
2. Lyfta til røðrslutarnað og innrættan av felagsrúmi við øllum hentleikum til ítróttarfelagið – peningur er avsettur á fíggjarlógini 2013 til endamálið.
3. Útbygging av fleiri áskoðaraplássum í høllini verður framt í 2014

Tað skal sigast, at tað ikki altíð er so lætt at koma afturumaftur, tá ein bygging er liðug, men eg haldi, vit eiga at fegnast um tað, sum er komið, heldur enn bara at finnast at.

Vónandi verður hetta til gleði fyri ítróttin og hondbóltsfelagið H71 í Hoyvík, soleiðis at menningin kann halda fram.

Vinarligar heilsanir

Jákup Símun Simonsen býráðslimur og valevni á lista E