Eitt virkið er latið upp. Eitt annað er í vón. Meðan stjórin í Ísbú í Reykjavík, sum fyrr hevur lovað føroyskum kreditorum sínar pengar, nú hevur verri vónir um, at tað fer at eydnast.
Í Oyndarfirði eru fólk við tíðini von við, at nýggj fiskavirki eru á havnarlagnum.
Fyri stuttum lat spildurnýtt virki, sum arbeiðir alifisk, upp.
Oyndarfjarðar Kommuna eigur eitt virki, og har fer eisini at henda okkurt nakað skjótt, frættir Sosialurin úr Oyndarfirði.
Sum skilst á keldum, sum standa málinum nær, er talan um føroying, sum býr í Íslandi, sum saman við íslendingum og portugisum ætlar at fara undir saltfiskaarbeiði í hesum húsinum. Roknað verður við, at hetta virksemið kann byrja fyrst í komandi ári.
Mangla fólk
Og samstundis er eitt annað felag við útlendskum bakmonnum farið undir at skera flak á virkinum hjá Nósa.
Hetta er sama virkið, sum Ísbú, í síni tíð, var í.
Ikki er so nógv arbeiði har enn, men søkt verður eftir fólki, sigur Hendrik Tausen, stjóri.
Hann sigur, at enn hava tey bara skorið flak, sum so er sent av landinum uttan at verða reinskorið.
Orsøkin er stutt og greitt, at ov lítið fólk er til arbeiðis. Men søkt verður nú eftir reinskerarum.
Sum er, verður bara alifiskur arbeiddur á virkinum, men ætlanin er seinni at fara undir at arbeiða hvítan fisk eisini, sigur Hendrik Tausen. Bíða verður eftir loyvum til hetta virksemið. Sum er, hava teir bara loyvi at arbeiða alifisk, sigur hann.
Sum skilst, standa sviar aftan fyri hetta felagið, sum eitur FISK. Og Hendrik Tausen sigur, at útflutningur teirra fer til Svøríkis.
Hann ivast ikki í, at tað fer at vera ivaleyst at gera á virkinum, bara fiskur fæst. Hann væntar, at tað fer at bera til at arbeiða í døgndrift, sigur hann.
Marknaðurin er til, sigur Hendrik Tausen. Sviar rópa eftir fiski úr Føroyum, men fáa ongan. Tað einasta, teir fáa, er kalvi, sigur Hendrik Tausen.
Ísbú ivast
Íslendska felagið Ísbú hevur fyrr arbeitt fisk í Oyndarfirði.
Men tað virksemið helt upp at fyrr í ár, og stjórin flutti av landinum.
Hann arbeiðir nú fyri ein fiskakeypara í Göteborg í Svøríki.
Men Ísbú hevur eina rímuliga stóra skuld til føroyskar kreditorar.
Jens Valdemarsson, stjóri í Ísbú í Reykjavík, hevur fyrr sagt við Sosialin, at teir arbeiða við at rudda upp eftir tíðina í Føroyum. Og hann hevur meira enn einaferð sagt, at hann ætlaði sær til Føroya seinast í oktober mánaða at avgreiða hetta, soleiðis at hvør fekk sítt.
Men nú er november mánaði liðugur, og kreditorarnir hava enn onki frætt frá Ísbú.
Jens Valdemarsson, stjóri, sigur nú, at teir eru lidnir at kanna støðuna, og sum skilst stendur verri til, enn hann væntaði. Hann vil kortini ikki siga nakað nágreiniligt tal.
Og hatta við, at allir føroyskir kreditorar skulu fáa sítt, væntar hann verður torført at halda.
Tí sum er, sigur Jens Valdemarsson, verður tað fyrsta, Ísbú fer at gera, at royna at fáa egnar pengar heim.
Tað er soleiðis, sigur hann, at Ísbú eigur væl av peningi útistandandi hjá útlendskum fiskakeyparum, sum ongantíð hava goldið fyri tað, teir hava fingið úr Føroyum.
Og fyrr enn Ísbú Føroyar, sum er partafelag, sum rak virksemið í Føroyum, hevur fingið sítt, verður ringt hjá føroyskum kreditorum at fáa nakað haðani.
Jens Valdemarsson sigur nú, at hann fær einki gjørt viðvíkjandi føroyska felagnum, sum Ísbú eigur tveir triðingar í. Hin triðingin eigur Martin Hendriksson, sum enn er stjóri í felagnum, sum ikki er avtikið. Og tað er bara stjórin, sum hevur fulltrú at handla fyri felagið, sigur Jens Valdemarsson.
Og stjórin í Ísbú Føroyum, Martin Hendriksson, situr, sum sagt, í Svøríki, har hann arbeiðir fyri eitt felag, sum keypir fisk.
Sum skilst, er tað serliga eitt felag, Ísbú í Føroyum hevur handlað við, sum ikki hevur goldið. Jens Valdemarsson vil ikki siga, hvaðani hetta felag er.
Men rættiliga nógv bendir á, at talan er um eitt felag í Svøríki.
Tað hevur ikki verið møguligt at hitta Martin Hendriksson, stjóra í Ísbú Føroyar.