Teir sterku svíkja FM í Klaksvík

Á páskum skal nýggjur føroyameistari í talvi finnast í Klaksvík, men landsliðsbólkurin tykist ikki at verða so sterkur í ár, sum hann hevur verið undanfarin ár

Seinast FM var í Klaksvík, var í 1999. Tá vann Heini Olsen rættiliga sannførandi. Landsliðsbólkurin var væl mannaður hetta árið við millum annað John Arna Nielsen, John Rødgaard og Flóvini Tór Næs. Samlaða luttakaratalið var tó soltið, umleið 35-40 telvarar.
Spell at Norðoyartunnilin ikki er latin upp áðrenn FM-startskotið. Nógvir telvarar setast helst aftur orsakað av ferðasambandinum. Tað eru bert tey fægstu, sum hava møguleika at gista hjá familju.
Í 2002 varð FM telvað á Giljanesi, bert átta mánaðir áðrenn Vágatunnilin lat upp. Hóast luttakaratalið hetta árið var á heilt góðari leið, kundi tað ivaleyst verið væl hægri um bíðað var eitt ella tvey ár.
Marknaðarføringin viðvíkjandi FM í ár er enn ikki komin úr fyrsta geari. Kappingin byrjar komandi leygardag og higartil hava ræðandi fáir telvarar teknað seg. Føroyingar flest hava tann óvana at tekna seg í seinastu løtu, og tí ber væl til framvegis at liva í vónini um at síggja fleiri telvarar í Klaksvík í døgunum 08-15. apríl. Freistin at tekna seg er - ífylgju lýsingini á www.faroechess.com - í dag, 4. apríl.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Helgi ikki við
Tíverri er líkt til, at landsliðsbólkurin verður heldur veikur í ár, í mun til undanfarin ár. Væntandi verður einans Martin Poulsen í topp 5 við og annars fáir í topp 15. Martin, ið vann FM í 2003 og 2004, hevur ikki teknað seg enn, men hann hevur fyrr nevnt, at hann ætlar sær við. Verandi føroyameistarin fer at royna at verja heitið.
Luttøkan í almenna bólkin verður valla stór, men tað sær frægari út hjá unglingunum.
Gleðilig tíðindi frættust í seinastu viku, tá Helgi Dam Ziska skrivaði undir tvey ára samstarvssáttmála við Kaupthing. Hvussu nógvar krónur talan er um, varð ikki upplýst. Helgi fær nú møguleikan at telva fleiri kappingar uttanlands, umframt at hann fer at gagnnýta peningastuðulin til talvvenjara.
Hesin útviklingur hevur alstóran týdning fyri føroyska telving og sjálvandi eisini fyri Helga og hansara ætlanum um at røkka persónliga málinum, sum er at verða stórmeistari.
Helgi er júst farin til Turkalands, har hann 03-17. apríl luttekur í Evropameistaraskapinum. Helgi sleppur at royna seg ímóti onkrum av teimum 70 stórmeistarar og umleið 50 altjóða meistarum, ið eru við í EM. Eini 150 telvarar taka lut og Helgi er styrkismettur sum nummar 132. Fylgið við gongdini hjá Helga á www.faroechess.com.
Orsaka av EM-luttøkuni, verður Helgi ikki at síggja í Klaksvík um páskini.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Føroyameistarar seinastu 5 árini:
2001:                      John Rødgaard
2002:                      Hans Kristian Simonsen
2003:                      Martin Poulsen
2004:                      Martin Poulsen2005:                      Carl Eli N. Samuelsen