Teir ungu halda fram í Víkingi

Tveir spælarar afturat hava gjørt tvey ára sáttmálar við Víking undan steypafinaluni

Arnbjørn Svensson og Signar Á Brúnni hava báðir skriva tvey ára sáttmála við Víking undan steypafinaluni, sum verður í dag klokkan 16.

- Arnbjørn, sum er 21 ára gamal og úr Syðrugøtu, hevur í ár veruliga fingið sítt gjøgnumbrot á Betri liðnum, har hann hevur vunnið fast pláss millum fyrstu ellivu. Eisini hevur Arnbjørn verið partur av U21 landsliðnum, sum hevur fingið fleiri góð úrslit í ár, skrivar Víkingur.

- Signar, sum er 18 ára gamal, og eisini úr Syðrugøtu, hevur verið fastur maður á næstbesta liðnum í ár, og hevur eisini verið rundanum Betri liðið, men hevur enn sínar fyrstu minuttir til góðar har, skrivar Víkingur.

Undan teimum hava spælarar sum Bergur Jákupsson Poulsen, Ingi Jonhardsson og Martin Klein Joensen gjørt sáttmála fyri komandi tíðina. Eisini er Ólavur Mikkelsen settur sum venjari hjá 1. deild.

##med2##