Teldutrygdin er stórur trupulleiki

? Vantandi kt-trygd er ein hóttan móti teimum fyrimunum, sum samfelagið kann fáa við øktari talgilding, sigur KT-Forum í áliti, sum í næstum verður latið aðalstjórunum at taka støðu til. Landsgrannskoðarin hevur í fleiri ár eftirlýst trygd og samstarvi hjá tí almenna um teldur og telduskipanir

Landsgrannskoðarin, sum heldur eitt vakið eyga við landsins umsiting, hevur seinastu árini havt harðan og afturvendandi kritikk av teldutrygdini hjá tí almenna.
Leivur Harryson staðfestir enn einaferð í seinastu frágreiðing síni til løgtingsgrannskoðararnar, sum kom í fjør, at almenni kt-politikkurin er eitt vandamál.
? Í landsumsitingini fer arbeiðið at tryggja tann elektroniska partin av kunningarkervinum fram óskipað. Fólk sita og stríðast við somu trupulleikar uttan at halda seg til viðurkendar standardir. Hetta kann lættliga fáa sera óhepnar fylgjur, og vandi er fyri, at peningur og starvsfólkaorka ikki verða nýtt á skynsaman hátt, skrivar Landsgrannskoðarin í frágreiðing síni.
Hann heitti í 2001 á løgmann um at gera nakað við støðuna og at fáa í lag ein samskipaðan almennan politikk um stóru nýtsluna av teldum, telduútbúnaði og telduskipanum.
Bæði formaðurin í KT-Forum og fulltrúðin á Dátueftirlitinum søgdu við Sosialin í gjár, at meðan nýtslan av teldum og telduskipanum var eksploderað seinastu árini, høvdu trygdin og trygdarskipanir ikki fylgt við í sama mun.

KT-Forum fekk uppgávuna
Løgmaður ásannaði í skrivi í oktober 2001, at eingin felags kunningar- ella trygdarpolitikkur var hjá landinum, og hann helt, at landsstýrismaðurin við vinnumálum hevði ábyrgdina av at fáa hetta í rættlag.
Nakrar mánaðir seinni setti Vinnumálaráðið gongd á arbeiðið at orða politikk fyri kunningar tøkni og kt-trygd, og hetta varð álagt KT-Forum at gera. Í hesum forumi eru umboð fyri øll aðalráðini hjá landinum.
KT-Forum hevur síðani arbeitt við at gera uppskot um almennan kt-politikk, og nú er hetta arbeiði liðugt. Seinni í hesum mánaðinum verur álitið hjá KT-Forum lagt fyri aðalstjórarnar at taka støðu til.
Í fjørsummar sendi KT-Forum uppskotið hjá sær út til hoyringar, og í hesum uppskoti, sum ikki er endaliga álitið, men tað er lítið broytt, nú tað skal leggjast fyri aðalstjórarnar, verður skotið upp, hvør almenni kt-politikkurin skal verða.

Vantandi kt-trygd ein hóttan
KT-Forum ger í álitinum hjá sær greitt, at støðugt vaksandi kt-nýtslan hjá almennu stovnunum ger, at tað almenna í dag stuðlar sítt virksemi fullkomiliga á teldur og telduskipanir.
? Vantandi kt-trygd er ein hóttan móti teimum fyrimunum, sum samfelagið kann fáa við øktari talgilding. Arbeiðið við kt-trygd skal tí eisini síggjast sum ein roynd at skapa grundarlag undir meira framkomnari nýtslu av kunningartøkni. Tamarhald fæst einans við at fyrihalda seg til trygdina, áðrenn skaðin er hendur, sigur KT-Forum, sum fer at mæla til, at ein nýggjur standardur verður brúktur fyri kt-útbúnaðin hjá landinum.
Fleiri slíkir standardir finnast, men KT-Forum heldur, at tann mest nýtti av teimum eisini skal nýtast í Føroyum. Tað er ein standardur, sum verður róptur ISO 17799.
Ein fyrimunur við hesum standardi er, at hann ger mun á stovnum, sum hava brúk fyri lættari loysnum og teimum, sum skulu hava fullan standard fyri at verja eymar og privatar upplýsingar um fólk.

Nýggj kt-deild
KT-Forum mælir til at til at stovna eina nýggja kt-deild undir Vinnumálaráðnum, sum skal samskipa kunningartøknina hjá landsfyrisitingini og at fáa trygdina í rættlag.
? Tað er ikki yvir at dylja, at verksetanin av regluverkinum verður ein stór og tung uppgáva hjá fyrisitingini, og sum er hevur fyrisitingin av góðum grundum ikki nóg góðan førleika at byggja upp og at seta í verk kt-trygdarkervi sambært standardunum. Onkur stovnur er tó byrjaður, skrivar KT-Forum í sínum áliti.
Ein trupulleiki við at gera nýggja skipan fyri fyrisitingina er, at møguleikin at útvega ráðgeving í Føroyum er avmarkaður.
? Nakrir privatir ráðgevar hava góðar royndir við at byggja upp leiðsluskipanir til stýring av góðsku (ISO 9001 góðskukervi) og aðrar líknandi skipanir, men tó at skipanir-nar líkjast, so brýtur leiðsla av kt-trygd somikið frá, at ráðgevar mugu dagføra seg væl og virðiliga á hesum økinum. Útlendsk ráðgeving er sera kostnaðar-mikil.
? Um nógvir ella allir stovnar fara í holt við at byggja trygdarkervir upp samstundis uttan skikkaða ráðgeving, er vandi fyri at nógv arbeiðsorka verður spilt, og at skipanirnar ikki koma at virka nóg væl.
KT-Forum mælir tí til, at fimm pilotprojekt verða sett í gongd sum skjótast, sum skulu geva landinum neyðugu royndirnar at gera felags kt-skipan og trygd. Aðrir stovnar skulu samstundis arbeiða við trygdin, men við minni ferð.
Men áðrenn nakað kann gerast við landsins kt-trygd, skulu aðalstjórarnir í landsfyrisitingini kunnast um uppskotið frá KT-Forum, og teir skulu eisini taka undir við tí.