Vodafone, sum var fyrr út við størri breiðbandi, hevur longu lækkað prísin við 50 krónum um mánaðin.
Fyri góðari viku síðani kom Vodafone við størri breiðbandi til privatakundar. Vit kundu fáa 40/4, sum er 40 Mbit download og 4 Mbit upload. Tað kostaði næstsíðsta fríggjadag 549 krónur um mánaðin.
Men hesin prísurin vardi bert í eina viku, tí Føroya Tele hevur boðað frá, at tey í morgin koma við breiðhandi 50/5, sum kostar 529 krónur um mánaðin. Tað vil siga, at Føroya Tele ætlaði, at teirra kundar skulu fáa 20 krónur bíligari – og skjótari og betri samband, enn kundarnir hjá Vodafone.
Men Vodafone hevur svarað aftur. Nú kostar 40/4 sambandið ikki longur 549 krónur. Tann prísurin er upp á eina viku lækkaður við 50 krónum niður í 499 – akkurát tað sama, sum 40/4 breiðbandið hjá Føroya Tele fer at kosta í morgin.
Og nú bjóðar Vodafone eisini 50/5 breiðband, sum – eins og 50/5 breiðbandið hjá Føroya Tele – eisini kostar 529 krónur um mánaðin!
So í morgin kann tað gera tað sama, um tú ert kundi hjá Føroya Tele ella hjá Vodafone. Prísurin er hin sami. Men vert er at fylgja við, tí prísurin kann saktans broytast í loypi av degnum. Eitt er vist, og tað er, at telefeløgini hava ikki avtalað somu prísir, tí tað er ikki loyvt.