Tendrar meg at gera nakað gott fyri onnur menniskju

Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmaður, sum er endaður í koyristóli, vil nú brúka tíðina upp á at bøta um viðurskiftini hjá fólki við skerdum førleika

– Eg ætli mær so avgjørt aft­ur í Løgtingið, men tað verð­ur ikki reiðiliga enn, tí eg skal til eina intensiva upp­aft­ur­venj­ing í Danmark í næst­um.

 

– Men so skjótt eg eri klár­ur, so fari aftur í Løg­ting­ið.

 

Tað sigur Kaj Leo Holm Jo­­hann­e­sen í samrøðu við Sosialin hesaferð, tá blaðið hittir hann til eitt prát, nú hann hev­ur verið burturi frá pol­i­tikki í meira enn eitt ár.

 

Kaj Leo Holm Jo­hann­e­­sen hevur sitið á tingi síð­­ani 2002. Hann gjørd­ist for­­mað­ur í Sam­bands­flokk­i­num í 2004, og hann gjørd­ist Føroya Løgmaður í 2008. Hann var løgmaður í tveim­um samgongum til hann fór frá í 2015. Í 2019 gjørdist hann lands­stýr­is­mað­ur í heilsu­mál­u­m. Síðani løg­tings­valið í 2022 hevur Kaj Leo Holm Jo­hann­e­sen verið ting­maður. Seinasta árið hevur hann tó verið sjúkrameldaður.

 

Gjørdist sjúkur og mist førleikan

 

Seinastu tíðina hevur Kaj Leo Holm Johannesen verið merkt­ur av sjúku. Hann hev­ur diagnosuna CIDP, sum ger, at hann hevur skerd­an førleika og situr í koyr­i­­stóli.

 

Hann er spentur upp á intensivu upp­aft­ur­venj­ing­ina, hann skal til í Glostrup.

 

– Har verður koyrt á í ein til tveir mánaðir. Neur­o­log­ur­in trýr enn upp á tað, sig­ur hann.

 

Spurdur um hann vænt­ar at fara at ganga aftur, sig­ur hann, at tá er man for opt­i­mist­isk­ur.

 

– Men man lærir at liva í koyr­istóli. Tað er ein øgi­lig­ur mun­ur, um tú bara fært tað 10 prosent betir, sigur hann.

 

Manglar veru­liga nógv hjá rørslutarnaðum

 

Kaj Leo Holm Johannesen hev­ur áður sagt, at hann ætl­aði sær á ting eftir ólav­søku, men síðani hev­ur hann tosað um sep­tem­b­er ella oktober. Men nú hann skal nið­ur til upp­aft­ur­venj­ing væntar hann ikki, at tað ver­ð­ur fyrr enn nakað seinni.

 

Seinastu tíðna hava vit hoyrt nógv um felagið »Skerd­ur Førleiki«, sum Kaj Leo Holm Johannesen hev­ur tikið stig til at stovna.

 

– Ja tað er ein øgiligur á­hugi fyri nýggja felagnum, tí har hev­ur verið eitt vac­uum, sigur hann.

 

– Eg havi hugsað, at tað mangla veruliga nøkur ting til tey, sum sita í koyristóli og hava skerdan førleika. Og nú eg arbeiði við hesum, síggi eg bara meira og meira, hvussu lítið man í veru­leik­a­num hugsar um hesi fólk­ini, sigur Kaj Leo Holm Jo­hane­sen.

 

– Tað er hetta við kantum og at­komu til wc úti í tí al­menna. Ella tá tú ferðast, hvørj­ar sengur hava tey í av­lam­is­kam­ar­inum, vísir hann á.

 

Lesið meira í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið, og sum haldarar kunnu lesa á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum