Tey fara at leggja dent á at fólk fara at føla seg væl

­ Eftir ein steðg uppá 12 ár halda tvørafólk, at tíðin aftur er búgvin til eina sølustevnu, sum skal verða betri fyrireikað, og prosessionellari enn vanligt

Um ein góðan mánaða verður ein stór páska- handils - og sølustevna í ítróttarhøllini í Trongisvági.

Stevnan verður í døgunum 2. - 5. apríl.

Seinast, slík stevna var á Tvøroyri, var fyri 12 árum síðani, í 1985.

Síðani hava tíðirnar milt sagt verið misjavnar í Føroyuum.

Men nú halda fyrireikararnir, at tíðin aftur er búgvin at royna eitt slíkt tiltak.

Tað er Tvøroyrar Bóltfelag, sum skipar fyri.

Tvøramenn siga, at teir fara at leggja stóran dent á, at henda sølustevnan skal verða á einum sera høgum støði og professionellari, enn vanligt. M.a. er ætlani nat gera nógv burturúr marknaðarføringini.

Men teir fara eisini at leggja stóran dent á, at báði framsýnarar og vitjandi fara at føla seg væl.

Ætlanin er nevniliga at hava mótasýning og ymiskt undirhald hvønn dag , so at stevnan ikki bara fer at snúgva seg um sølu.

Ætlanin er, at undirhaldið skal verða á høgum støði. Og m.a. verður arbeitt fyri at fáa eitt altjóða navn uttan úr heimi til Tvøroyrar at undirhalda á stevnuni. Men hetta var ikki heilt greitt, táið vit hittu fyrireikararnar.

Ætlanin er sjálvandi eisini at halda fráboðaðar klokkutíðir.

Nógv verður eisini gjørt fyri framsýnararnar.

Teir verða bodnir vælkomnir í høllini ein tíma áðrenn Páll Vang, býráðsformaður, setir stevnuni.

Leygarkvøldið verður veitsla fyri framsýnarunum og aftaná verður ókeypis dansur í høllini. Skipað verður fyri flutningi ímillum høllina og dansin. Pallar og básar eru leiga-ir úr Íslandi og eru av bestu dygd, tí teir eru gjørdir til endamálið.

At eggja framsýnarum til at gera sítt til at básarnir verða so vakrir sum gjørligt, verður skipað fyri kapping um tann besta básin. Vinnarin sleppur undan at betala leigu fyri básin allar framsýnudagarnar, umframt ein vinning afturat.


Stórt úrval

Fyrireikararnir siga, at teir ætla eisini at hava eitt stórt úrval av framsýnarum av øllum vørum, báði bilum, klæðum, edv og teldutøkni, skrivstovuinnbúgv o.a.

Fyri at royna nakað nýtt, er ætlanin at royna at fáa onkra altjóða oljufyritøku at vísa okkurt fram til upplýsingar hjá vanligum fólki um oljuvinnuna.

Framsýnararnir hava sent út 120 innbjóðingar til fyritøkur og stovnar, kring alt landið sum kunnu hugsast at havt áhuga at verið við á framsýningini.

Men tað merkir ikki, at ikki onnur eisini eru vælkomin. Og er onkur gloppin burturúr millum, ber væl til at seta seg í samband við TB.

Formaður í fyrireikingarnevndini er Finn Thomsen og hann hevur tlf. 71214.