Frælsur ítróttur
Fræslur ítróttur hevur ikki vanliga verið tann ítróttin, sum hevur havt harðastu fastatøkur á føroyingum. Kanska í ávísan mun ávirkað av baldruta veðurlagi okkara, men størsta orsøkin ivaleyst, at umstøðurnar at íðka frælsan ítrótt ikki hava verið nóg góðar.
Ein lítil bati var tað tó, tá ítróttaøkið við Svangaskarð varð gjørt undan Oyggjaleikunum í 1989, og harumframt hava íðkarar í Havn nú eisini fingið eitt øki við Eysturskúlan, har til ber at venja nakrar av kappingargreinunum, sum eru á skránni. Ikki eins gott, sum tað hevði verið við rennibreyt kring Tórsvøll, men tó frægari enn slettis einki.
Støðug framgongd
Hóast talan sum nevnt ikki hevur verið um størstu ítróttagreinina her heima, so hava undanfarnu luttøkurnar prógvað, at eisini hjá frælsu ítróttafólkum okkara hevur luttøkan á Oyggjaleikum sýnt seg sum eitt sera hóskiligt forum.
Fyrstu heiðursmerkini komu so líðandi, og so hvørt, sum árini hava liðið, eru hesi vorðin alsamt fleiri í tali. Ikki minst hevur tað hevur verið Heri Ziska, sum hevur roynst væl, men eisini rennararnir hava støðugt tikið seg fram, og fyri tey, sum fylgdu við fyri tveimum árum síðani stendur myndin av eini deyðamóðari Sunnuvá Bjarnastein helst púra klárt í minninum.
Hvussu nógv heiðursmerki talan verður um hesaferð, skal als ikki spáast um á hesum síðum. Vit kunnu tó staðfesta, at so at siga øll tey, sum vunnu heiðursmerki á Gotlandi, eru við aftur hesaferð, og harumframt eru eisini onnur, sum hava tikið seg fram seinastu tíðina, so alt í alt er líkt til, at støðuga menningin av frælsu ítróttini heldur fram. Eisini hóast umstøðurnar í Føroyum als ikki kunnu metast sum nøktandi.
Heiðursmerki í frælsum ítrótti á Gotlandi ?99
Gull: Heri Ziska Diskoskast
Silvur: Ási Mikkelsen Longdarlop
Sunnuvá Bjarnastein 10.000 m
Rigmor N. Joensen 1/2 marathon
liðkapping 1/2 marathon
Bronsa: Heri Ziska Klingruvarp
Ingibjørg Poulsen Kúluvarp
Sunnuvá Bjarnastein 5.000 m
Myndir av íðkarum
Heri Ziska
Guttorm Sørensen
Hallur Holm
Heini Hátún
Ási Mikkelsen
Sunnuvá Bjarnastein
Ingibjørg Poulsen
Randi Kúrberg
Magni Mouritsen
Rosa Dahl Jakobsen