Tey hjá Rubekki: Deyða dóttirin varð flutt í grøvina hjá mammuni

Í hesum parti um Rubekk-ættina verður eisini greitt frá Smiðjustovu og Georg Rubeksen, sum ungur misti konu við barni

Jákup Lindenskov greiðir í síni bók um Ellisheimið frá, at av børnunum hjá Rubekki fluttu tey trý, Elspa, Heini og Amalia á ellisheimið tann dagin, tað lat upp 15. august 1935.
Heini, sum var deyvur, fekk kamar fyri seg sjálvan. Elspa, sum var deyv, men kundi tosa, fekk kamar saman við Amaliu.
Elspa og Heini høvdu verið á Deyvainstitutti í Keyp­­mannahavn, har høvdu tey lært fingramál og ymiskt handverk. Heini lærdi at skera og evna úr viði og at binda kurvar. Kúgv var í húsinum á Húsabrúgv, og Heini røkt­aði hana fyrimyndarliga. Brøð­urnir Heini og Adolf høvdu hvør sína helvt av trøðni hjá pápanum á Hálsatjørn.
Framúr hegni og handa­lag hevði Heini at roykja mat­vørur sum fisk, fugl kjøt og eisini turt spik. Royki­ovn­urin stóð í gong­ini. Brennievnið var savurspønur.
Á Deyvainstituttinum hevði Elspa millum annað lært at pípa prestakragar. Øll síni bestu ár var Amalia í Vágsbotnhandlinum, har hon bryggjaði øl.
Húsini hjá Rubekki stóðu beint eystanfyri Havnar Kirkju. Øll teirra átta børn búsettust í Havn.
Tá tey trý Rubek-systkini fluttu á Ellisheimið, vórði hús teirra ognað ellisheiminum. Tey stóðu upp til miðskeiðis í 50-unum.
Beiggin Jógvan bygdi afturat húsunum á Húsa­brúgv og búði har. Sámal var næstelstur av systkjunum. Hann giftist inn í Smiðjustovu í Bringsnagøtu beint yvir av Kjælnes húsinum.

Smiðjanstovan
Um húsini í Smiðjustovu skrivaði Caroline Heinesen, mamma William:
Når man skule gå ud i Vågsbotn ad Bryggebakken, kom man først forbi Smiens­stue til venstre. Det var Hanus í Smiensstovas barn­domshjem. Der boede en gammel bedstemor, lille og rund. Så kom konen i huset, der hed Sanna. Hun var som et forklædt mandfolk, robust og munden gik altid på hende. Deres tre børn var Gitte, som blev gift i København, Hanus og Anna Sofia, som er gift med Vilhelm Simonsen. Sanna er en dygtig kone.

Sofus Rubeksen doyði í uttanlandasigling
Sofus Rubeksen, sonur Hanus í Smiðjustovu, doyði í uttanlandssigling undir 2. heimsbardaga, 29 ára gamal.
N.J. Arge greiðir frá, at hetta hendi tann 12. desember 1939. Sofus sigldi sum annar stýrimaður við danska farma­skipinum Stensby hjá skipafelagnum Orient.
Sofus datt í lastina undir lossing, meðan skipið var statt eystanfyri. Sum ungur gekk Sofus í realskúlan í Havn. Tá tann tíðin var av, fór hann umborð á danska skúlaskipið Georg Stage og fekk ta útbúgving, sum har kundi fáast.
Síðan var farið umborð á farmaskip at seta seg inn í tað lívið, og tá ið hann hevði fingið nóg langa siglingartíð, fór Sofus at ganga á stýrimansskúla. Tá hann hevði fingið prógvið, varð hann tikin í danska hertænastu.
Tá ið hon var av, varð hann settur umborð á Stensby sum annar stýrimaður, og har var hann fyri vanlukkuni.
Krukkan við øsku hansara kom heim til Føroya og varð grivin í kirkjugarðin á Svínaryggi, har hann eisini fekk gravstein. Hansara unga norska kona var hjástødd.
Georg misti sína unga konu og barn
Nógvir gravsteinar hava eina syrgiliga søgu, sum tað eisini kann síggjast á kirkjugarðsprotokollini.
Tann 28. juli 1928 er jarðað »Georg Rubeksens nyfødte Barn.« Næsta jarðarferðin er tann 5. august eina viku seinni, og nú er tað »Johanna Josefine Rubeksen, 29 Aar,« sum er jarðað.
Sigrid Dam f. Rubeksen hevur greitt frá søguni aftanfyri hesa grøv. Georg var pápabeiggi hennara.
Kona Georg, Johanne Jose­­fine, var ættað úr Vági. For­eldur hennara vóru Johanna Maria Fredrikka f. Toftum (1860-1932) og Dánjal Jacob Ægidius Niclassen, (1872-1937), skipari úr Vági.
Pápin átti í fyrru giftu Elisabeth Mariu Cathrinu Dimon, sum giftist við Eliesar Jespersen. Hon var millum onnur omma Heðin Mortensen, borgmeistari í Havn, og Jan Jespersen, yvirlækna á Tvøroyri.
Í seinnu giftu vóru børnini umframt Johanne Josefine:
· Jacob Marius Eliesar Niclassen, giftur við Johannu Sofíu Jacobsen úr Skúvoy.
· Marianna Malena Fred­rikka, gift við Hans Martin Poulsen, av Eiði.
· Ingibjørg Poulina, gift við Thomas Sørensen úr Dali.
· Sofus Johan Ferdnand, giftur við Matildu Oliviu Sus­annu Michelsen úr Nólsoy.
Georg var føddur 28. marts 1896. Hann var son­ur Mourits hjá Rubekki og var tískil beiggi Jens Peter kallaður Pedda post, Christian Martin, Rubekk, báðir sigldu hjá mjólka­for­sýn­ing­ini, og Johan Hendrik, Bill kallaður. Ein systir Anna flutti niður.
Georg konfirmeraðist 3. apríl 1910. Hann gjørdist virkin í ítrótti. Hann svam í hvussu er á ólavsøku 1913. Hann var eisini fimleikari og luttók í hvussu er í fimleikakapping í 1917. Á mynd hjá Birgar situr hann við steypi, og hevur hann helst verið í fremstu røð.
Georg og Johanna Jose­fina byggja hús í Tróndar­gøtu. Tey fáa eina deyðfødda dóttir. Eina viku eftir doyr so mamman. Kistan við barninum verður tikið upp úr síni grøv og verður jarðað saman við mammuni. Pedda post, uppkallaði dóttir sína Johanna Josefine eftir deyðu svigarinnuna. Tískil kom Minna, sum hon varð kallað, at arva hennara hálsketu.
Seinni giftist Georg við eini norskari kvinnu Aslaug úr Bergen. Tey fingu einki barn í fyrsta umfari og ættleiddu ein drong, Kári. Tey komu til Føroyar áðrenn heimsbardagan. Georg var við í tí vaktarliðið, sum kommunan setti undir krígnum, og hann hevði ábyrgdina av Kongagøtu, Tvørgøtu og Sjúrðagøtu.
Georg var timburmaður og hevði verið niðri á skúla. Hann var við til at byggja sjónleikarhúsið í 1926. Hann arbeiddi eisini hjá Balslev. Ein uppgáva hjá teimum var at gera skúrar klárar at seta upp til útróður í Grønlandi. Her hevði Georg ábyrgdina. Tað var tikið til av útróðrarmanni, at so væl var hetta arbeiðið frágingið, at tá teir settu skúrin upp í Grønlandi, manglaði ikki so mikið sum ein skrúva!
Í Føroyum fáa Georg og Aslaug sonin Erling. Pápi Aslaug kom til Føroyar at ferðast beint áðrenn týsku hersetingini av Noregi. Hann slapp tískil ikki heim aftur. Hann doyði og varð jarðaður í Føroyum.
Eftir kríggið flyta tey til Noregs, har Georg var við í eini fyritøku. Men hann helt sambandið viðlíka til Føroyar og var ofta og ferðaðist. Hann gjørdist 95 ára gamal og doyði umleið 1990.
Kári er deyður. Men Erling hevur framvegs samband við sína ætt í Føroyum.


Komandi partur verður um Sannu og Jógvan Waagstein, millum annað kendur sum listarmaður og tónleikari