Tey kallaðu okkum FC Tórshavn

- Í byrjanini vóru tað fleiri, sum kallaðu okkum FC Tórhsavn, men vit hava ongar føroyingar á liðnum, sigur Todi Jónsson, nevndarformaður í FC Amager, í stórari samrøðu við danska Tipsblaðið fríggjadagin

Todi Jónsson greiðir í blaðnum frá nýggja felagnum á Amager, og hvør ætlanin er við felagnum. Todi leggur dent á, at FC Amager skal ikki verða nakað føroyskt felag burtur av, men at ungir føroyskir fótbóltsspælarar fara at fáa kjansin at menna seg í felagnum.