Tey tilnevndu: Ársins dómarar 2022

Her eru teir tilnevndu til ársins dómara

Mynd: (Álvur Haraldsen) Petur Reinert bleiv ársins dómari í fjør, og hann kann skriða sær í skegginum aftur í ár, tí hann er millum teir tilnevndu

Hóskvøldið 10. novembur klokkan 20 verður Fótbóltsgalla 2022, sum Miðlahúsið og FM1 skipa fyri í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya. Fótbóltsgalla 2022 verður á Parnassinum á Hotel Hafnia. Talan er um eitt tiltak, har tey bestu í farna kappingarárinum verða heiðraði fyri síni avrik. FM1 sendir beinleiðis frá tiltakinum. Her á In.fo fara vit í dag og í morgin, at kunngera tey tilnevndu. Vit kunngera nú tey tilnevndu til ársins dómara:

 

Tey tilnevndu til ársins dómara hjá kvinnum eru:

 

Áki L. Hansen

 

Heini Z. Viðoy

 

Høgni Madsen

 

Teir tilnevndu til ársins dómara hjá monnum eru:

 

Dagfinn Forná

 

Kári á Høvdanum

 

Petur Reinert

 

Mynd: (Álvur Haraldsen) Petur Reinert bleiv ársins dómari í fjør, og hann kann skriða sær í skegginum aftur í ár, tí hann er millum teir tilnevndu