The Prodigy sangari funnin deyður

Í morgun var 49 ára gamli Keith Flint, sum var oddamaður í bretska bólkinum The Prodigy, funnin deyður í heimi sínum. Hetta skriva bretskir miðlar í dag.

 

The Prodigy góvu sanginar “Firestarter” og “Breathe” út í 1996 og blivu kendir um allan knøttin. Elektroniski tónleikur teirra er merktur av rave, tekno og alternativum rokki.

 

Løgreglufólk vóru boðsend heim til Keith Flint í morgun, tí fólk hildu, at hann ikki var so væl fyri. Hann bleiv staðfestur deyður, tá løgreglan kom á staðið. Tað vísir seg, at Keith Flint doyði fyri egnari hond.

 

Hoyr kenda lagið "Firestarter" her.

<iframe width="560" height="315" src="https://www.youtube.com/embed/wmin5WkOuPw" frameborder="0" allow="accelerometer; autoplay; encrypted-media; gyroscope; picture-in-picture" allowfullscreen></iframe>