Thrane sparkaði 1,8 milliónir til B36

NSÍ misnýtti tvey brotsspørk, og B36 misnýtti eitt brotsspark

Nú verður gjørt klárt til steypahandan á Tórsvølli. B36 er steypavinnari, og B36 hevur tryggjað sær pláss í Europa næsta summar og fyri tað 1,8 milliónir krónur.

 

NSÍ endaði á fjórða plássi í landskappingini. Tað var við 2-0 heimasigri ímóti B36. Tá hevði NSÍ hondina í europeisku atgongumerkjunum. Einasta, sum kundi forðað tí var, at B36 vann steypafinaluna.

 

-Vit hava í alt ár ætlað okkum í steypafinaluna og at vinna hana, segði B36 venjarin Dan Brimsvík, og nú eydnaðist tað:

 

-Hetta var fantastiskt. Vit stóðu væl saman, og vit vóru aftanfyri í brotssparkskappingini og vunnu okkum aftur. Talan var um sera undirhaldandi og í longum løtum væl spælda finalu, og NSÍ eigur stóran heiður fyri dystin, sigur væl nøgdi B36 venjarin Dan Brimsvík.

 

-Talan var um javna finalu, og tá ið talan er um brotssparkskapping, so er tað møguleiki fyri, at tað kann koppa báðar vegir, og í kvøld koppaði tað ikki okkum til vildar, staðfestir NSÍ liðformaðurin Klæmint A. Olsen.

 

Dramatikkurin var øgiligur í brotssparkskappingini. Eina løtu var NSÍ frammanfyri, tá ið innskifti Tórður Thomsen hevði bjargað brotssparki hjá Alex Mellemgaard, men so vendi tað, tá ið tveir NSÍ spælarar - Aron Knudsen og Tróndur Jensen - sendu bóltin omanfyri málið aftanfyri Mattias H. Lamhauge, og so var tað, at miðvallarin Mathias Thrane hevði møguleika við fimta brotssparkinum hjá B36 hevði møguleika at skora sigursmálið og at fáa europeisk atgongumerki og 1,8 millión krónur í B36 lumman, og tað eydnaðist.

 

 

 

NSÍ - B36 1-1 (1-1) 4-5 eftir longda leiktíð og brotssparkskapping

 

1-0: Aron Knudsen 10.

 

1-1: Andrass Johansen 30.

 

Brotssparkskapping

 

1-0: Klæmint A. Olsen

 

1-1: Lukas Enevoldsen

 

2-1: Rógvi Egilstoft

 

2-1: Alex Mellemgaard Tórður Thomsen bjargar

 

2-1: Aron Knudsen Bólturin fer væl omanfyri málið

 

2-2: Benjamin Heinesen

 

3-2: Betuel Hansen

 

3-3: Bjarni Petersen 

 

3-3: Tróndur Jensen Bólturin fer væl omanfyri málið

 

3-4: Mathias Thrane

 

Dómari: Eiler Rasmussen

 

NSÍ: Karstin Hansen (Tórður Thomsen, 120.) – Jákup Jakobsen, Oddur Á. Højgaard, Rógvi Egilstoft – Pætur Hentze, Jacob Trenskow (Búi Egilsson, 114.), Betuel Hansen, Mórits Heini Mortensen (Tróndur Jensen, 67.), Pætur Turiðarson Skipanes (Mikkel Elbæk Jakobsen, 89.) – Aron Knudsen, Klæmint A. Olsen

 

Gult kort: Mórits Heini Mortensen, Klæmint A. Olsen, Búi Egilsson

 

B36: Mattias H. Lamhauge – Benjamin Heinesen, Bjarni Petersen, Lukas Enevoldsen, Alex Mellemgaard – Magnus Holm Jacobsen (Martin Agnarsson, 97.), Mathias Thrane – Hannes Agnarsson (Andreas Thomsen, 120.), Andrass Johansen (Ragnar Samuelsen, 77.), Bj­­­­arki C. Nielsen – Sebastian Pingel (Hákun Edmundsson, 109.)

 

Gult kort: Magnus Holm Jacobsen

 

Venjari: Dan Brimsvík