Tí gongur Kaj Leo á høkjum

- Orsøkin til, at eg gangi á høkjum, er ikki tí, at ryggurin er veikur, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

- Skurðviðgerðin gjørdi meg pinuleysan, eins og ryggurin nú er sterkur, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Í VikuskiftisSosialinum, sum kom seinasta fríggjadag, er stór samrøða við Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmann og landsstýrismann og núverandi løgtingsmann.

 

Samrøðan snýr seg serliga um leiðina uppí politikk við denti á tíðina, hann var Føroya løgmaður tey sjey árini frá 2008 til 2015.

 

- Eg tími ikki at vera við í einari "grátigrein", sigur fyrrverandi løgmaður avgjørdur, tá vit spyrja hann um heilsuna, nú hann hevur gingið á høkjum í langa tíð. Hann sigur seg tó einki hava ímóti, at greiða frá, hvussu likamliga støðan er, og hvat tað er, sum ger, at hann noyðist at ganga á høkjum í so langa tíð.

 

Hann vísir á, at hóast mótburður eisini hevur verið á livsleiðini, er hann altíð positivur, og hann trýr upp á, at tað verður tað góða, sum í longdini vinnur á tí minni góða.

 

- Pápi mín, sum saman við allari bátsmanningini læt lív í Mykinesi lagnudagin hin 14. oktober í 1991, júst meðan eg var staddur við fótbóltslandsliðnum í Landskrona, plagdi at siga, at eigur tú tak yvir høvið, mat í munnin og klæðir á kroppin, so skalt tú ikki at klaga.

 

Hin gamli legði aftrat, at tað eru so mong kring heimin, sum ikki eiga tað.

 

- Eg havi altíð verið positivur av lyndi, tó at brotasjógvar hava verið. Men, mótgongd gevur tær eisini eina barlast. Tað eru nú 19 mánaðir síðan, at eg varð skurðviðgjørdur í rygginum, har tveir diskar – hin niðasti og næst niðasti – vórðu skiftir.   

 

Kaj Leo heldur, at skaðin í rygginum helst hevur sín uppruna í fótbóltinum – fyrst á grúsi sum unglingi og síðan í hørðum kampítrótti sum málmaður. 

 

- Tað eru fleiri ár síðan, at eg merkti hetta fyrstu ferð, men sum oftast kláraði eg at venja pínuna burtur, eins og eg havi gingið nógv til kiropraktor. Eg havi livað við pínu í rygginum í nógv ár, og hetta hevur serliga gingið út yvir svøvnin.

 

At enda valdi Kaj Leo at lata seg skurðviðgera í Danmark, og tað angrar hann ikki. 

 

Tað eru nervarnar niðast í rygginum, sum hava ligið í klemmu, og hetta hevur gingið útyvir førleikarnar í beinunum, serliga í høgra beini. Eftir skurðviðgerðina, har niðasti partur av rygginum er lagdur stívur, er ryggurin nú sterkur.

 

- Skurðviðgerðin gjørdi meg í fyrsta lagi pinuleysan, eins og ryggurin nú er sterkur. Alt er vaksið væl saman, og ryggurin er sum nýggjur. Nervarnar, sum vóru kroystar, tí diskarnir vóru oyðilagir, eru nú ikki kroystar meira, og nú royni eg so at venja og fáa førleikarnar aftur.

 

##med2##

 

Kaj Leo vísir á, at hann altíð hevur havt eina positiva tilgongd til lívið og tær avbjóðingar, sum lívið hevur við sær, og tað vóru foreldur hansara, sum lærdu hann nøgdsemi.

- Eg venji í svimjihøllini, har eg gjarna svimji einar 1000 metrar, og eg venji á rógvimaskinu einar 5000 metrar um dagin. Soleiðis haldi eg meg í toppform, og eg trúgvi uppá, at gongulagið verður betur, sum tíðin gongur. 

 

Um høkjurnar sigur hann soleiðis: 

- Orsøkin til, at eg gangi á høkjum, er ikki tí, at ryggurin er veikur, men soleiðis, sum støðan er, stýri eg betur gongulagnum, tá eg gangi á høkjunum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

 

 

- Skurðviðgerðin gjørdi meg pinuleysan, eins og ryggurin nú er sterkur, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

- Eg stýri gongulagnum betur, tá eg gangi á høkjum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.