Tað er nú greitt, at Føroyar ikki longur bjóða seg fram til at hýsa Oyggjaleikunum í 2021. Ítróttarsamband Føroya arbeiddi miðvíst við at fáa leikirnar í 2019 til Føroya, men ÍSF valdi at taka umsóknina aftur, tí Føroyar megnaðu ikki at lúka krøvini um at skipa fyri 12 ítróttargreinum.
Umboðstingið hjá ÍSF hevur viðgjørt møguleikan at søkja um at fáa leikirnar í 2021 til Føroya, men niðurstøðan var, at tað fer ÍSF ikki at gera, sum støðan er í løtuni.
ÍSF staðfestir hesar orsøkir til, at Føroyar í løtuni ikki kunnu bjóða seg fram at hýsa Oyggjaleikum:
- Føroyar eru við nøkrum útbyggingum førar fyri at skipa fyri 11 ítróttargreinum. Kravið er minst 12 og hægst 14. Tí mangla umstøður til minst eina ítróttargrein afturat.
- Besti møguleikin at fáa leikirnar eru, um Føroyar fáa golfvøll við 18 holum. Tórhavnar kommuna hevur sagt seg sinnaða at byggja golfvøll, um hon fær lendið ókeypis. Samráðingar hava verið við Landið og festararnar, men eru ikki komnar upp á pláss enn, og tíðin gongur.
- Eitt høvuðsendamál við at vera vertur fyri oyggjaleikunum hevur verið, at leikirnir skulu leggja nakað eftir seg og skulu vera við til at menna føroyskan ítrótt, herundir eisini ítróttaranlegg. Ítróttasamband Føroya metir, at um einir møguligir leikir í Føroyum ikki leggja nakað ítøkiligt ítróttaranlegg eftir seg, og Føroyar samstundis ikki megna at skipa fyri teimum 12 kravdu ítróttagreinunum, so er betur at nýta ta stóru sjálvbodnu orkuna og ta vælvild frá sponsorum, sum fyriskipan av oyggjaleikum krevja, til annað endamál.
- Eftir at Føroyar tóku umsóknina um at hýsa Oyggjaleikunum í 2019 aftur, vil ÍSF ikki koma í líknandi støðu einaferð afturat, tí so er alt álit á ÍSF og føroyskan ítrótt fokið. Tað var sera eyðmýkjandi, og føroyskur ítróttur kann ikki standa modell til at koma í líknandi støðu aftur.
ÍSF hevur boðað altjóða oyggjaleikanevndini frá sínari niðurstøðu, og Føroyar eru í løtuni ikki upp á tal at hýsa Oyggjaleikunum í 2021. Seinasta freist at søkja um at fáa leikirnar í 2021 er 1. september í ár.