Útihýsir samgongu við Tjóðveldi

- Stendur tað til Lisbeth L. Petersen, verður ikki talan um, at Sambandsflokkurin fer í samgongu við Tjóðveldi eftir valið Samgonga

Sambandsflokkurin skal ikki í samgongu við Tjóðveldi eftir næsta løgtingsval.

Tað staðfesti aldursforsetin í Sambandsflokkinum, Lisbeth L. Petersen í løgtinginum í dag.

Seinastu tíðina hevur mangan verið róð framundir, at Sambandsflokkurin og Tjóðveldi vóru blivin rættiliga væl, helst eftir at Magni Laksáfoss er blivin landsstýrismaður í fíggjarmálum, tí Tjóðveldi hevur mangan nýtt høvi at rósa landsstýrismanninum í fíggjarmálum. Tað eru enntá teir tinglimir úr samgonguni, sum hava kallað Magna Laksáfoss fyri landsstýrismannin hjá Tjóðveldinum.

Aftur í Løgtinginum í dag róði Sverre Midjord tingmaður, framundir, at Sambandsflokkurin og Tjóðveldi vóru farin at fríggja og mundi ætla sær at manna samgongu eftir næsta val.

Men tá talaði Lisbeth Petersen at.

Hon vísti á, at Sambandsflokkurin og Tjóðveldfi hava einaferð áður verið í samgongu. Tað helt hon verða flott klárað, men tað var í ringastu kreppuárunum. (Tað var frá 1989-91, blaðm.)

- So ringa kreppu vónaði hon ikki, at Føroyar komu í aftur, legði hon afturat.

Og so staðfesti hon, at ætlar Sambandsflokkurin sær í samgongu við Tjóðveldi eftir valið, verður tað í hvussu so er ikki við hennara atkvøðu.