Tikið avgerð um hvussu skuldin skal fíggjast

Næstu tvey árini minkar skuldin hjá Klaksvíkar kommunu niður í eina álíkning

Klaksvík: Nú er greitt, hvussu skuldin hjá Klaksvíkar kommunu skal fíggjast.

Klaksvíkar kommuna skyldar sum er 125 milliónir krónur, og av hesum verða 75 milliónir við í loysnini hjá Landsbankanum, meðan hinar 50 milliónirnar verða fíggjaðar av ymsum peningastovnum.

- Næsta ár skal Klaksvíkar kommuna gjalda stívliga 21 milliónir krónur í rentum og avdráttum, men hendan upphædd minkar niður í góðar 18 milliónir næstu árini, sigur Jógvan við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík.

Síðst í 2002 er skuldin hjá kommuni væntandi komin niður á eina álíkning.


Betri tilboð

Seinasta hálva árið hevur Klaksvíkar kommuna arbeitt við at umfíggja skuldina hjá sær.

Tá arbeiðið byrjaði vóru tilboðini frá ymiskum peningastovnum hjá kommununi cibor plus eitt til hálvtannað prosent, meðan eitt nú Unibank bjóðaði +2,25%.

Kommunan gjørdi rættiliga skjótt fíggjarstovnum greitt, at alt omanfyri +1% var óáhugavert.

Ein av bankunum, sum kommunan hevði samband við var LB Kiel, sum er ein av størstu bankunum í Europa. Samráðingarnar við hendan peningastovnin eru eitt dømi um, hvussu arbeiðið at betra tilboðini gekk fyri seg.

LB Kiel bjóðaði at fíggja 35 milliónir av skuldini fyri cibor +0,925 umframt eitt kvart prosent afturat. Tá kommunan greiddi ein av stjórunum í bankanum frá, at hetta var ov nógv, og bankin átti at sleppa tí kvarta prosentinum, segði stjórin, at tað mátti hann kanna við tveir aðrar stjórar í bankanum. Eitt korter seinni ringdi stjórin aftur og boðaði, frá at bankin hevði slept tí kvarta prosentinum.


Valið

Nú býráðið skuldi taka støðu til, hvussu skuldin hjá kommununi skuldi fíggjast, vóru møguleikarnir tvinnir.

Annar var at fara við í loysnina hjá Landsbankanum, Norðoya Sparikassa og Unibank við størra partinum av skudlini, og lata aðrar peningastovnar fíggja minna partin. Hin loysnin, sum millum annað borgarstjórin talaði fyri, var at fíggja alla skuldina á privata marknaðinum.

Endin var, at býráðið samtykti, at loysnin hjá Landsbankanum skuldi brúkast, og tann loysnin var 300.000 krónur bíligari enn hin.

- Eg vardi míni sjónarmið, men býráðið vildi nakað annað, og tá býráðið hevur talað, er bara at gera sum býráðið vil, sigur Jógvan við Keldu, borgarstjóri.

- Hendan loysnin sparir okkum fyri 300.000 krónur, og tað eru eisini pengar, og so er tað eisini ein fyrimunur fyri hesa loysnina, at Norðoya Sparikassi er við í henni, tí í samstarvinum við Unibank kann okkara lokali peningastovnur fáa ekspertisu burturúr, sigur hann.


Stúrir

Klaksvíkar kommuna hevur fingið eina góða avtalu við Landsbankan. Rentan er cibor +0,75 prosent, og tað er til dømis lægri enn Tórshavnar kommuna, sum hevur +0,9%.

- Tað, sum eg eg eitt sindur ræddur fyri, er, tá eg hugsi um tað fastgjaldavtaluna, sum vit gjørdu við Føroya Banka í 1989. Tá inntøkurnar hjá kommununi frá 1991 til 1993 lækkaðu úr 82 niður í 52 milliónir, fingu vit lítið annað gjørt enn at gjalda lánsgjøld, og tað støðuna vil eg ikki koma aftur í, sigur Jógvan við Keldu.


Ósatt

Tað hevur verið ført fram, at borgarstjórin í Klaksvík ætlaði at taka avgerðina um fíggingina av skuldini uttan um býráðið, men at býráðslimir kravdu býráðsfund. Hetta avvísir Jógvan við Keldu upp á tað harðasta.

- Tá arbeiðið leið móti endanum, kallaði eg til fund í fíggjarnevndini um málið. Har varð spurt, um fíggjarnevndin bara skuldi taka avgerðina, men tað segði eg nei til. Talan var um týðandi prinsippmál, og tí skuldi tað fyri á býráðsfundi, sum eg sjálvur kallaði inn til, greiðir Jógvan við Keldu frá.

- Tá blaðstjórin á Dimmalætting skrivar, at tað vóru býráðslimir sum kravdu fund, er tað beinleiðis ósatt, sigur hann avgjørdur.