Eftir fult stigatal tríggjar teir fyrstu dystirnar, var Skanderborg fyri greiðum tapi í kvøld.
Teir báðir føroysku U18-leikararnir, Hákun West av Teigum og Pauli Jacobsen vóru á aftur vøllinum í fremstu donsku hondbóltsdeildini. Tað endaði 34-27 ósigri á útivølli ímóti TTH Holstebro.
Dysturin var avgjørdur miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá ið heimaliðið økti úr trimum upp í átta mál á muni.
Seinastu tíggju minuttirnar vísti føroyski høgri vongurin, Hákun West av Teigum, seg fram við trimum málum úr trimum royndum.
Eitt av vonginum og tvey skjótálop, umframt at hann eisini vann onkran bólt og var skrásettur fyri eitt upplegg.
Pauli Jacobsen stóð seinastu fimm minuttirnar ella so í málinum.
Les eisini:
Ungur føroyingur í bestu donsku hondbóltsdeildini
https://www.in.fo/news-detail/news/ungur-foeroyingur-i-bestu-donsku-hondboltsdeildini/?no_cache=1Pauli tveittur í eldin ímóti Eggert
Støðan í "Herre håndbold liguni" í Danmark (haandbold.dk)
nr | Lið | D | V | J | T | +/- | Stig |
1 | SønderjyskE Herrer | 3 | 3 | 0 | 0 | 94 - 77 | 6 |
2 | TTH Holstebro | 4 | 3 | 0 | 1 | 134 - 116 | 6 |
3 | Aalborg Håndbold | 3 | 3 | 0 | 0 | 105 - 79 | 6 |
4 | GOG | 3 | 3 | 0 | 0 | 100 - 80 | 6 |
5 | Skanderborg Håndbold | 4 | 3 | 0 | 1 | 117 - 112 | 6 |
6 | Bjerringbro-Silkeborg | 3 | 2 | 0 | 1 | 98 - 97 | 4 |
7 | Mors-Thy Håndbold | 3 | 2 | 0 | 1 | 83 - 84 | 4 |
8 | Århus Håndbold | 3 | 1 | 0 | 2 | 78 - 84 | 2 |
9 | Skjern Håndbold | 3 | 1 | 0 | 2 | 86 - 95 | 2 |
10 | Fredericia Håndboldklub | 4 | 1 | 0 | 3 | 121 - 136 | 2 |
11 | KIF Kolding | 3 | 1 | 0 | 2 | 86 - 102 | 2 |
12 | TMS Ringsted | 4 | 0 | 0 | 4 | 106 - 118 | 0 |
13 | Ribe-Esbjerg HH | 3 | 0 | 0 | 3 | 95 - 107 | 0 |
14 | Lemvig-Thyborøn Håndbold | 3 | 0 | 0 | 3 | 77 - 93 | 0 |