Útisetar: Vilhelm og Rógvi fingu javnleik í síðsta sekundi

Vilhelm Poulsen skoraði fimm mál, meðan Rógvi Dal Christiansen verður órættvíst viðfarin, sigur venjarin í Fram

Teir báðir føroysku hondbóltsleikararnir í Reykjavík, Rógvi Dal Christiansen og Vilhelm Poulsen, fingu í gjárkvøldið fyrsta stigið í fremstu íslendsku deildini

Liðið hjá føroyingunum, Fram, javnaði í evstu løtu til 27-27 ímóti Afturelding, sum hevði verið á odda 13-11 í hálvleikinum.

Sambært visir.is, var føroyski høgri bakkurin, Vilhelm Poulsen, ímillum teir bestu á vøllinum. Hann skoraði fimm mál.

Strikuleikarin, Rógvi Dal Christiansen, var eisini í brennideplinum. Eftir dystin talaði Fram-venjarin, Basti Alexandersson, at viðferðini, sum føroyski strikuleikarin fekk frá dómarunum.

- Eg eri ikki dómari, men eg haldi ikki at okkara strikuleikari verður rættvíst viðfarin. Tað eru ikki farin tvey umfør enn, men fjølmiðlar og aðrir venjarar eru longu farnir at lýsa hann sum okkurt beist. Eg haldi at tað hevur ávirkan.

 - Loyvið manninum at spæla nakrar dystir áðrenn tit døma hann. Menn hanga í honum, og hann fær einki.

- Men eg eri ikki dómari og eg skal ikki avgera hvat er rætt og skeivt, sigur Sebastian Alexandersson við visir.is

Næsti dystur hjá Fram er fríggjadagin 25. september ímóti FH.

Hitt føroyingafelagið í fremstu íslendsku mansdeildini, KA, spælir ímóti Selfossi í kvøld klokkan 19.30.

Í fremstu kvinnudeildini spæla Haukar og Annika Fríðheim Petersen ímóti FH í morgin.

Les eisini á in.fo:

Rógvi og Vilhelm til Íslands at spæla

Útisetar: Tríggir føroyingar vunnu á tveimum í Íslandi

Støðan í Ólisdeildini hjá monnum (hsi.is):

NrLiðDystirSJTMálMunurStig
1Afturelding21105123
2ÍBV11003872
3Valur11003332
4KA11002322
5Selfoss11002712
6Haukar11002012
7Grótta201144-11
8Stjarnan201151-11
9Fram201148-21
10Þór Ak.100122-20
11FH100130-30
12ÍR100131-70

Støðan í Ólisdeildini hjá kvinnum (hsi.is):

NrFélagDystirSJTMálMunurStig
1Valur11003182
2Stjarnan11002982
3Fram11002512
4ÍBV10102101
5KA/Þór10102101
6HK100124-10
7Haukar100123-80
8FH100121-80