Dag út og dag inn verður potað á kaiøkinum í Klaksvík.
- Í øllum veðri verða vit møtt av vinarligum starvsfólki, sum gera eitt fantastiskt arbeiði.
Soleiðis greiddi Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, frá, tá hann ein dagin í vikuni hevði verið til koronukanning í Klaksvík.
- Tá eg kom út á kaiøkið og sá tvær kaldar damur og eitt papp jólatræ, hugsaði eg, at hetta eiga vit at gera okkurt við.
Borgarstjórin hugsaði beinanvegin, at tað kundi ikki hava nógv upp á seg at skifta jólatræið út.
- So, tað fingu vit skjótt avgreitt, sigur hann.
Við heitum kakao og jólaposum við onkrum leskiligum í til óføru starvsfólkini fekk borgarstjórin seinnapartin í dag takkað teimum fyri teirra stóra arbeiði.