P/F Hey og P/F Nema verða nú løgd saman í eitt felag. P/F Tjaldur eigur meirilutan í báðum feløgunum, og tí verða tey løgd undir somu leiðslu í næstum.
Júst í Túni Vang, stjóri í Nema, verður stjóri í samanlagda felagnum.
Stjóin í P/F Hey seinastu tvey árini, Rúnar Reistrup, hevur fingið í boði at gerast nevndarformaður í felagnum.
– Tøknin mennist og tíðirnar skifta. Nema hevur eina langa søgu og tað er spennandi at kunna byrja ein nýggjan kapitul saman við Hey. Í nýggja samanlagda felagnum halda vit fram við at hava kundan í fokus og leggja okkum eftir framhaldandi at veita bestu loysnir og tænastur, sigur Júst í Túni Vang, stjóri í nýggja samanlagda felagnum.
– Tað hevur verið eitt aðalmál fyri okkum, bæði nevnd og leiðslu í Hey, at fáa føroyskar eigarar inn í fyritøkuna, og tí eri eg sera fegin um at tað nú hevur eydnast at fáa meirilutan á føroyskar hendur. Ein fyritøka, ið hevur so stóran samfelagsligan týdning fyri Føroyar, sum Hey hevur, eigur eftir mínum tykki at vera væl grundfest í Føroyum. Samanleggingin við Nema verður er eitt stórt frambrot fyri føroyska KT- og telemarknaðin, sigur komandi nevndarformaðurin í nýggja samanlagda felagnum, Rúnar Reistrup.
Nýggja samanlagda fyritøkan fer at halda fram undir báðum virkisnøvnum. Nema navnið heldur fram at mynda KT-virksemið, og Hey verður framhaldandi vørumerkið fyri tele-tænastur.
Samanleggingin av Hey og Nema er treytað av at Kappingarráðið góðkennir ætlanina.
Hey varð stovnað í 2001 undir navninum Kall og hevur síðan gingið á odda at fremja kapping á føroyska telemarknaðinum. Síðan Hey kom á marknaðin eru prísirnir á samskifti nógv lækkaðir og Føroyar eru komnar í fremstu røð innan fjarskifti. Felagið hevur gingið á odda í tøkniligu menningini og var fyrsti veitarin í Føroyum at útbyggja 3G og 4G. Í løtuni er Hey í gongd við at útbyggja fyrsta føroyska 5G netið.
Nema varð stovnað í 2007 og hevur eina leiðandi støðu sum veitari av KT-útgerð, -tænastum, -skipanum, innbúgvi og skrivstovuútgerð til føroysku vinnuna, stovnar og kommunur. Nema er góðkendur Dell, HP, Apple, Canon, OKI og Microsoft og Canon partnari og hevur harumframt góðkent Dell, HP, Lenovo, Canon, OKI og Apple verkstað