Tjaldur og STíF skulu hava fleiri felags ungdómslið, umframt at hini liðini í feløgunum skulu venja saman við jøvnum millumbilum.
Tað boða feløgini bæði frá í dag.
Samstundis hava feløgini gjørt avtalu við Mads Lindkvist, ið skal venja ungdómslið hjá Tjaldur og samstundis spæla við besta liðnum hjá STíF komandi tvey kappingarárini.
- Mads er 24 ára gamal og hevur drúgvar royndir sum hondbólsvenjari í hondbólsfelagnum í Hillerød á Sælandi. Eisini hevur hann spælt við fyrstaliðnum hjá felagnum, sum spælir í 2. deild í Danmark, siga feløgini bæði.
- Feløgini gleða seg nógv til nýggja samstarvið. Við at standa saman røkka vit longur enn hvør sær, og fara í felag at bera hondbólturin í økinum enn longur framm. Hetta stig er nú tikið, og vónandi verður undirtøkan fyri hondbóltinum í økinum og í kommununum rundan um fjørðin enn størri í komandi árini, siga Aage Arnoldson og Alexandur Johansen, formenn í Tjalduri og STíF.