Fótbóltur
Á Toftum slikka teir sárini. Fyri fyrstu ferð nakrantíð taptu teir sunnudagin stig ímóti FS Vágum. Og teir taptu ikki bara eitt, men gestirnir fóru avstað við øllum trimum stigunum.
At vágamenn vóru ovur fegnir var einki at siga til.
? Vit fóru á Svangaskarð við tí í kvittanum, at vit skuldu halda tørn um málleysa javnleikin. Úrslitini higartil í ár hava sagt okkum, at B68 hevur havt trupult við at fáa mál. Tá ið tað harafturat tíðliga í 2. hálvleiki eydnaðist okkum at leggja okkum á odda, snúði tað seg uppaftur meiri um at halda tørn. B68arnir trýstu og trýstu, og tað bar við sær, at tað gjørdist tunnligt í verjuni hjá teimum. Serliga eftir at Hans Fróði Hansen var útvístur, var onkra ferðina um reppið, at vit komu ígjøgnum í snarálopum.
Tað er ein sera vøl nøgdur Albert Ellefsen í Miðvági, sum vit hava í telefonini. Hann hevur aftur og aftur sagt, at FS Vágar hevur fólk til at vera við í kappingini aðra staðni enn at stríðast fyri at sleppa undan niðurflytingini, og tað heldur hann, at úrslitið sunnudagin bar boð um.
? Men tað kundi havt gingið heilt øðrvísi hjá okkum. Fyrstu 25 minuttirnar vóru vit so at siga ikki frammanfyri miðstrikuna. Teir høvdu bóltin mest sum alla tíðina, og teir spældu væl. Teir høvdu málmøguleikar, eitt nú tá ið Øssur Hansen sendi fríspark í stólpan, og tá ið Fróði Benjaminsen sendi dygst framvið, eftir at hann í eitt tvey samanspæli var komin ígjøgnum, men teir høvdu trupulleikar, og vit trúðu upp á møguleikan, sigur Albert Ellefsen.
At tað kundi bera til hjá FS Vágum fingu teir ábending um fyrstu ferð, tá ið teir fóru í álop. Clayton Soares varð spældur púra leysur, men hann var óheppin at glíða, tá ið hann skuldi gera seinasta vørrin og seta bóltin framvið B68 málverjanum. Tvær aðrar ferðir síðstu løtuna av fyrra umfarinum vóru ábendingar um, at tað kanska kundi gerast vandamikið hjá teimum reyðu, tí teir bláu og hvítu vóru tætt við.
Í vágahøvdini
Góðar tveir minuttir eftir steðgin fekk B68 mønustingin. Jens Erik Rasmussen spældi Clayton leysan, hann sneiddi framvið B68 málverjanum, sum var komin meiri ella minni í millumstøðu, dragingin var fram ímóti baklinjuni í høgru, men brasiliumaðurin megnaði at senda innfyri málið, har miðvallarin Elfinn Ørvarodd var frammanfyri B68 verjuspælararnar og stýrdi bóltinum í málið, sum í síðsta enda bar trý stig við sær.
B68 var skelkað. Teir royndu at leggja trýst á, men leingi var ikki nógv bit í. Hugflogið minkaði, og síðstu løtuna vóru tað fyri tað mesta langar skrásendingar í brotsteigin. Har var Jákup Joensen, FSV málverjin, góður í luftkrígnum, og luftstríðið var eisini matur fyri Jóhannis Joensen, Albert Ari Thomassen og Vlad Osipov, sum ikki høvdu stórvegis trupulleikar ímóti framrættaðu heimamonnunum.
Hans Fróði Hansen átti kanska at havt verið gylta álopsvápnið, tá ið javnleikurin skuldi bjargast til B68, men tá var hann ikki á vøllinum. Ivaleyst mundi tað vera frustratión, tá ið royndi verjumaðurin tjúgu minuttir undan dystarenda vísti linjuverjanum fingurin, tí dómurin gekk heimaliðnum ímóti. Reglurnar siga, at sovornum skulu ansingarmenninir ikki finna seg í, og tí varð ostaskorpan tikin úr lummanum. Tað kostaði dýrt síðstu minuttirnar. Og kostnaðurin verður ikki minni, tá ið B68 sunnudagin fer at fáa vitjan av HB.
Dysturin í tølum
B68?FS Vágar 0?1 (0?0)
0?1: Elfinn Ørvarodd 48.
B68: Albert Sævarson ? Dánial Hansen, Hans Fróði Hansen, Arnbjørn Danielsen ? Bogi Petersen, Jann Ingi Petersen (Kristian Poulsen, 87.), Fróði Benjaminsen, Øssur Hansen, John Heri Dam (Jóhan Dávur Højgaard, 89.) ? Súni Fríði Johannesen, Kristian Anton Andreasen (Jóhan Petur Poulsen, 57.)
Reytt kort: Hans Fróði Hansen 71.
FS Vágar: Jákup Joensen ? Sjúrður Ellefsen, Jóhannis Joensen, Vlad Osipovs, Albert Ari Thomassen ? Elfinn Ørvarodd, Rói Árting (Birgir Joensen, 86.), Jens Erik Rasmussen, Ruslan Screlea, Silva de Braga (Jógvan H. Samuelsen, 5.) ? Clayton Soares
Gult kort: Jógvan H. Samuelsen 67., Jákup Joensen 90.
Dómari: Dagfinn Olsen