Jústinus Leivsson Eidesgaard
Útlendingamálið hevur verið væl lýst í seinastuni í fjølmiðlunum, seinast hósmorgunin í útvarpssendingini "Føroyar í dag". Og mín niðurstøða er, at tað er onk-ur sum ikki sigur sannleik-an, antin landsstýrismaðurin Jógvan við Keldu, ella embætisfólk hansara.
Í sendingini siga embætisfólkini, at hava útlending-ar arbeiði, so er talan um ein formalitet at fáa longt arbeiðsloyvi og hetta tekur í mesta lagi nakrar vikur. Samstundis sigur ákærin hjá fútanum, Hesselberg, at danski myndugleikin í so at siga øllum førum eftirlíkar tí sum føroyska innlendis-málaráðið kemur fram til.
Hví skulu so hjúnini Raba í Vestmanna bíða upp móti einum ári at fáa longt sítt arbeiðsloyvi?
Hesin spurningurin er enn ikki svaraður. Undar-førslan er, at landsstýrismaðurin í innlendismálum, Jógvan við Keldu ikki úttalar seg um einstøk mál. Hendan siðvenjan er tó ikki heilt fastgrógvin í sitandi samgongu, tí Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, úttalaði seg um lítla Petur, men tá var kanska bert talan um eitt lítið verjuleyst barn. Eg spyrji bara.
Lat okkum kalla ein spaka fyri ein spaka. Eg skilji væl Jógvan við Keldu, um hann óttast ov nógvar útlendingar í Føroyum.Visti slett ikki av at yvir 1000 útlendingar eru her og fleiri túsund aðrir ynskja at koma hendan-vegin. Fleiri túsund útlend-ingar, sum ynskja at flyta til Føroyar, tí her er betri materielt at vera enn í heimlandinum, kann gerast ein trupulleiki hjá okkum føroyingum, sum ikki telja 50.000 sálir. Um føroyingar eru skeptiskir, koma ov nógvir útlendingar til landið, so hevur tað einki við fremmandahatur at gera, men er heldur ein spurn-ingur um sunna fornuft.At ein hvør er sær sjálvum næst er ikki serliga kristi-ligt, men er vanliga góð-tikið sum gott latín millum manna og hevur verið ein av fyritreytunum fyri undankomu mannsins gjøgnum øldirnar.
Hvussu tey flestu av okkum hugsa djúpt inni í okk-um sjálvum, kom sjónliga fram í eini blaðsamrøðu undirritaði hevði við ein maskinmeistara ættaður úr Nólsoy, eg hitti hann umborð á skipi niðri í Ham-burg fyri fimm árum sína. Hann segði: "At míni børn, mín kona og eg hava tað gott, tað er tað, tað heila snýr seg um." Hesin var føroyingur, búsitandi í Føroyum, skattgjaldari í Før-oyum, men í starvi hja døn-um og kanska júst hansara starv troðkaði onkran dana burtur, sum nú gekk arbeiðsleysur. Men tað er ein heilt onnur søga, ið hoyrir aðrari sjálvrannsakan til.