Løgmálaráðið er nú farið undir fyrireikingarnar at lata upp Útlendingastovu. Stjóri er settur, og í næstum verður søkt eftir starvsfólki Útlendingastovan fer í fyrstu atløgu at taka sær av teirri málsviðgerð, sum higartil hevur verið í løgmálaráðnum, t.e. ummælisviðgerð og upplýsing av málum fyri donsku myndugleikunum.
Ætlanin er eisini, at útlendingar skulu kunna venda sær til Útlendingastovuna til at fáa vegleiðing í ivamálum um rættindir, skyldur og onnur viðurskifti í sambandi við uppihald í Føroyum.
Umsóknargongdin viðvíkjandi arbeiðsloyvum og familjusamanføringum verður kortini tann sama sum nú, so leingi útlendingamál ikki er yvirtikið málsøki. Hetta merkir, at Udlændingeservice í Keypmannahavn framvegis er fyrisitingar- og avgerðarmyndugleiki í øllum málum um uppihaldsloyvi í Føroyum.
Til útlendingastovan letur upp, verður føroyski parturin av málsviðgerðini í útlendingamálum í Løgmalaráðnum sum higartil.
Nærri upplýsingar um Útlendingastovuna verða lagdar á heimasíðuna hjá Løgmálaráðnum, www.lmr.fo.