Todi er aftur í toppform

Ein av spælarunum, sum ikki tóktist trívast so væl við hørðu venjingini hjá Tom Nordlie í Start, var Todi Jónsson. Sjálvur kendi føroyingurin seg útbrendan, og í samráð við nýggja venjaran, Stig Inge Bjørnebye, valdi Todi at taka eitt tørn á beinkinum, meðan formkurvan varð bygd uppaftur.
Og hetta tykist hava givið úrslit. Sunnudagin var Todi sera sjónligur, tá hann varð skiftur inn, og sambært venjaranum er føroyska álopsessið nú veruliga um at koma fyri seg.
- Todi líkist einum eldgosi. Hann hevur kent seg tungan í kroppinum, men tað er ein frøi at síggja hann spæla nú. Styrkin í beinunum er heild víst við at vera tann rætta aftur, sigur Bjørnebye.