Todi framvegis í bíðirøðini

Í Georgia slapp føroyski álopsmaðurin upp í part síðsta korterið, tá hann staðfesti sigurin, sum ger, at FCK framvegis er við í europeisku kappingini

EUROPA CUP

Í morgin verður stóri dysturin í superliguni, tá FCK fer at spæla í Aalborg. Sjálvandi verður Todi Jónsson við í FCK ferðalagnum, men tað er langt frá víst, at hann verður ímillum teir fyrstu ellivu. Tað er meiri sannlíkt, at hann verður á beinkinum.
Hóskvøldið var FCK í Georgia, har teir við 4?1 sigri staðfestu samlaðan 7?2 sigur á Lokomotiva Tiblisi í UEFA kappingini.
Í vikuni hava vit fleiri ferðir nevnt, at tað var rættuliga sannlíkt, at Todi Jónsson fór at fáa møguleikan frá fyrsta bríksli í Georgia. Men soleiðis var tað ikki. Hóast Todi Jónsson skoraði tvey av teimum trimum málunum í dystinum í Keypmannahavn, so var avgerðin hjá venjaranum, at Zuma og Peter Møller skuldu vera í álopinum frá fyrsta bríksli. Tá annar hálvleikur var eitt korter gamal, varð Jörgen Petterson skiftur inn fyri Peter Møller, og tá eitt lítið korter var eftir, kom Todi Jónsson á vøllin fyri Zuma. Harvið kundi enn eina ferð staðfestast, at Todi Jónsson varð roknaður sum fjórði maðurin til tey bæði álopsplássini hjá FCK.
? Eg dugdi einki at meta um møguleikarnar, hvør fór at vera í álopinum. Tað var ikki fyrrenn í Georgia, at venjarin segði okkum liðið. Á hesum støðinum nyttar einki at vera vónbrotin. Tað ræður um at vera klárur og at gera sítt besta, tá tú fært møguleikan og so at vóna, at tað er nóg mikið at sannføra venjaran um, at tú eigur fyrsta rætt, heldur Todi Jónsson.
Hóskvøldið varð Todi settur á vøllin fyri Zuma, tá eitt lítið korter var eftir. Tá var støðan 3?1 til FCK, og Todi gjørdi tað, sum ein álopsspælari skal gera. Hann skoraði til 4?1, tá níggju minuttir vóru eftir.
? Eg elti eina langa sending. Málverjin og aftasti verjumaðurin misskiltu hvønn annan. Bólturin fór framvið málverjanum. Eg var fyrri á honum enn verjuspælarin, og hóast vinkulin var ógvuliga spískur, so eydnaðist tað at fáa bóltin í málið, sigur Todi Jónsson.
Jörgen Petterson kom á vøllin fyri Peter Möller, tá ein tími var farin. Tá var støðan 1?1. Tað var skjótt, at svenski álopsmaðurin hevði skorað tvey mál ? hann brúkti sjey minuttir til tað ? og harvið styrkti hann um sína støðu undan dystinum í Aalborg. Bæði málini hjá Jörgen Petterson komu eftir smáspæl í brotsteiginum hjá mótstøðuliðnum.
FCK menninir gjørdust annars ikki so lítið skakkir, tá heimaliðið longu eftir níggju minuttir legði seg á odda 1?0. Harvið var samlaða støðan 3?2 til FCK, men heimaliðið hevði skorað eina ferð á útivølli, og harvið skuldu teir bara skora eina ferð afturat, so vóru tað teir, ið fóru at halda fram í kappingini.
So var tað, at Zuma í 24. minutti javnaði til 1?1 og harvið hvarv spenningurin. Eftir gott uppspæl kom Zuma einsamallur ímóti málverjanum, og tá er hann sera tryggur.
Í 2. hálvleiki nýtti FCK venjarin møguleikan at seta tveir hvíldar og góðar álopsspælarar á vøllin, og teir avgjørdu. At Jörgen Petterson skoraði tvey mál ber ivaleyst í sær, at hann er favorittur til annað plássið í FCK álopinum í Aalborg í morgin..Zuma er sjálvskrivaður til hitt álopsplássið.
Spurningurin er so, um tað verður Todi Jónsson ella Peter Møller, sum fer at fáa møguleikan sum fyrsti skiftisspælari.