Fyrsti venjingardysturin hjá donsku greipuvinnarunum úr FC Keypmannahavn aftaná vitjanina í Føroyum var leiktur sunnudagin ímóti týska Hamburger SV. Danska liðið tapti dystin 0-1, men tað var uttan Toda Jónsson á liðnum, tí Todi bleiv ikki úttikin til dystin.
Misnøgdir við Føroyavitjanina
Sum tey flestu óivað vita, hevur liðskiparin hjá FC Keypmannahavn, Bo Svensson, alment borið fram, at leikararnir hjá FCK vóru ónøgdir við vitjanina í Føroyum. Bo Svensson hevur við danskar fjølmiðlar sagt, at tað ikki er optimalt at venja og spæla á graslíki stutt undan, at kappingin í superliguni fer í gongd. Eisini verður funnist at, at tað er so kalt í Føroyum, og at tað ávirkaði innsastsin hjá donsku leikarunum á vitjanini í Føroyum.
Formaðurin í danska felagnum, Flemming Østergaard ella Don Ø, sum hann eisini verður róptur, sigur, at spælararnir hava einki at grenja um, tí teir skulu bara tiga og gera tað, sum teir fáa løn fyri, og tað er at spæla fótbólt.
Todi Jónsson skrivar á heimasíðu síni, at hann ikki skilur atfinningarnar frá spælarunum, tí teir vandu bert tvær ferðir á graslíki í Føroyum, umframt at teir leiktu í Klaksvík ímóti KÍ á graslíki. Somuleiðis sigur Todi Jónsson, at leiðslan í felagnum var stak væl nøgd við ferðina her á landi. At veðrið ikki var til vildar, er sum so einki at gera við, skrivar Todi Jónsson á heimasíðuni hjá sær.