ÚTISETI
Í hesum kappingarárinum er Todi Jónsson einasta føroyska umboðið í superliguni. Tað tykist liggja í kortunum, at í hvussu so er ein føroyingur verður í ella í nánd av superliguni komandi ár. Talan er um Jón Róa Jacobsen, sum í fyrstu atløgu er leigaður úr HB og til Brøndby.
Um Todi Jónsson verður í superliguni, og um hann verður í FCK, er ógreitt. Sáttmálaskeiðið verður runnið 30. juni 2003. Hóast FCK hevur lagt nýtt sáttmálauppskot fyri Toda, og hóast Todi hevur givið til kennar, at hann er fegin um at vera í FCK, og at hann einki hevur ímóti at halda fram í felagnum, so er tað ikki greitt enn, um hann fer at halda fram. Og nú er greitt, at tað verður einki avgjørt, fyrrenn hesin mánaðin verður liðugur.
? Eg havi havt fund við FCK leiðsluna um framhaldandi samstarv. Úrslitið av fundinum var, at ongar samráðingar verða aftur fyrrenn eftir, at fótbóltskappingin verður farin í vetrarfrí síðst í hesum mánaðinum, sigur Todi Jónsson á heimasíðuni todi.fo.
Uttanfyri av órøttum
Í kvøld skal FCK spæla í fimta umfarinum í steypakappingini. Teir skulu til Herfølge, har gamla felagið hjá Jákupi Mikkelsen tykist hava fingið nýggjan íblástur. Herfølge er fremst í 1. deild, teir verða roknaðir sum besta boðið upp á uppflyting, og tað er einki at ivast í, at FCK fer at fáa úr at gera í kvøld.
Todi Jónsson er ímillum teir útvaldu hjá FCK, og tað eru góðar vánir fyri, at hann verður ímillum teir fyrstu ellivu. Peter Møller, sum er toppskjútti í superliguni, og tískil verður mettur sum fyrsta valið í FCK álopinum, er so mikið skaddur, at hann ikki verður á vøllinum í kvøld, og Jörgen Pettersson var mánadagin ikki komin meiri fyri seg eftir lærskaðan, sum sunnudagin helt honum burtur frá Parkini, enn so, at hann bara vandi við hálvari ferð. Tí luktar tað av, at Todi Jónsson og Sibisusu Zuma fara at manna álopið hjá FCK.
Í FCK er lagið sera gott. Tá ið teir vandu mánadagin, var ein fjøld av pressufólki kring venjingarvøllin á Frederiksberg. FCK hevur fingið nítjan av teimum síðstu 21 stigunum, sum teir hava spælt um, og hóast størri helmingurin av kappingarárinum framvegis er eftir at spæla, so er gulldeymurin longu ramur.
Men hóast tað so at siga bara er undanvindur, og hóast FCK er á aldukambinum, so hevur Todi Jónsson gjørt av at steðga við sáttmálasamráðingunum. Tað ger hann, tí hann ikki er vísur í, hvønn lut hann er ætlaður at eiga á vøllinum í framtíðini. Todi sat á beinkinum í seks dystum á rað, áðrenn hann sunnudagin slapp upp í part og varð valdur til dagsins spælara. Og Todi dylur ikki, hvussu hann hevur kent tað at sita á beinkinum:
? Eg havi sitið nógv á beinkinum, og eg havi kent tað vera av órøttum. Nú má eg fáa at vita, hvar eg standi ítróttarliga í felagnum. Áðrenn eg skrivi undir nýggjan sáttmála við FCK er neyðugt hjá mær at fáa eina greiða fatan av, um ætlanin er, at eg eisini í framtíðini skal siga so nógv á beinkinum, sum eg havi gjørt í heyst, sigur Todi Jónsson, sum sunnudagin vísti, at hann framvegis avgjørt hevur førleika at vera við á hægsta støði.
Kappingarneytarnir hjá Toda Jónsson eru fyrst og fremst Sibisusu Zuma, Peter Møller og Jörgen Pettersson. Svenski FCK venjarin, Hans Backe, hevur verið við til at keypa teir báðar seinast nevndu til felagið, og í síðstu viku var hann við til at avgera, at nýggjur trý ára sáttmáli skuldi skrivast undir við Zuma. Todi hevur áður sagt, at hann í heyst hevur hildið, at venjarin hevur havt serligan hug at brúka spælararnar, sum hann hevur verið við til at keypa til felagið, og at hetta hevur gingið út yvir spælitíðina hjá Toda.
Støðan hjá Toda í FCK og harvið møguleikin fyri framtíðar samstarvi tykist ikki minst verða treytað av, um venjarin fram ímóti vetrarsteðginum fer at geva føroyska álopsspælaranum spælitíð, og hvussu hann fer at standa seg ? um hann yvirhøvur fer at sleppa framat.