Norska felagið Start spælir í kvøld ímóti Arendal í steypakappingini. Todi Jónsson verður helst við á liðnum hjá Start til hendan dystin. Heimasíðan hjá Start skrivar, at viðgerðin av einum skaða hjá Toda í fótliðnum hevur gingið væl, og Todi kann spæla við fullari ferð. Sunnudagin spældi Todi allar 90 minuttirnar í dystinum hjá Start ímóti Lillestrøm.