Todi og Jákup komu væl frá byrjan

Fótbóltur: Todi Jónsson skoraði tvey mál, og Jákup Mikkelsen helt málið reint, tá danska kappingin byrjaði sunnudagin

Sunnudagin var lagt til brots í superliguni aftur. Fyrsta umfar nýggju kapping varð spælt, og tveir føroyskir spælarar vóru í dysti.

Todi Jónsson gekk á odda, tá FC Keypmannahavn vann 3-1 í Vejle, og Jákup Mikkelsen var tryggur millum stengurnar, tá Herfølge vann 3-0 í Viborg.

Todi Jónsson hevur staðið seg sera væl í venjingardystunum undan kappingini, og í fríggjadagsútgávuni av danska Tipsblaðnum varð hann kallaður vandamesti føroyingurin í Danmark. Tað livdi hann eisini upp til í Vejle, tá hann tvær ferðir innan sjey minuttir slapp at renna sjálvur og skoraði.

FCK kom á odda tá góður tími var spældur va dystinum. Niclas Jensen drønaði eitt fríspark í málið, og so økti Todi tvær ferðir, áðrenn Vejle minkaði til endaliga úrslitið 3-1.

Todi fær góð skoðsmál í donsku pressuni, meðan kappingarneytin hjá honum David Nielsen ikki varð mettur at spæla væl. Thomas Thorninger sat á beinkinum í 80 minuttir, áðrenn hann loysti David Nielsen av.


Jákup nýgjan kappingarneyta

Herfølge byrjaði nýggju kappingina við góðum útisigri móti uppflytarunum úr Viborg. Herfølge hevði alt spælið og skoraðu tríggjar ferðir.

? Vit spældu ein sera góðan dyst, men eg haldi tað var ein bílig bakgrund, tí teir nyttaðu einki, sigur Jákup Mikkelsen, sum helt málið hjá Herfølge reint.

Jákup hevði lítið at gera, men einaferð varð neyðugt við eini góðari bjarging.

Jákup varð í summarsteðginum skorin í knæið, og í venjingini síðani tá hevur hann gjørt ov nógv av, og fekk tí ein skaða aftur í knæið. Men eftir eina viku við lættari venjing, var skaði burtur, tá hann sunnudagin spældi.

Verri hevur gingist hjá vanliga kappingarneytanum hjá Jákupi, Kai Larsen. Hann skal í heyst skurðviðgerast í rygginum, og tað er væntandi, at hann ikki aftur fer at spæla fótbólt sum yrkisspælari. Ið hvussu er skal hann ikki spæla næsta hálvaannað árið.

Herfølge hevur tí í summar keypt nýggjan málverja at kappast við Jákup. Tað er 22-ára gamli Claus Udengaard, sum hevur verið ein av lægru mettu málverjunum í Brøndby. Herfølge-venjarin Ole Mørch slær fast, at Jákup Mikkelsen er fyrsti málverji hjá teimum nú, og at Udengaard fyrst og fremst er keyptur sum gardering fyri Jákup.

? Hann er ein góður málverji, men er ikki í røttu venjingini í løtuni, sigur Jákup um sín nýggja kappingarneyta.


Símun á yvirlitinum

Á almennu yvirlitunum, sum feløgini undan nýggju kappingini hava sent út, er ein triðji føroyingur við. Tað er Símun Eliasen, sum spælir í Århus Fremad.

Eftir at hann í 1996 breyt beinið hevur Símun aftur strítt seg við í brutto hópin hjá Århus Fremad, sum telir 25 spælarar. Átta av teimum eru yrkisspælarar, 11 partvís yrkisspælarar, og teir seinastu seks, harímillum Símun Eliasen, eru amatørar.

Símun hevur ikki verið millum teirra, sum hevur verið við til dystirnar hjá 1. liði, men hevur spælt á 2. liði, sum spælir í Danmarksseriuni.

Brúk verður kanska fyri Símuni, tí Århus Fremad kom illa frá byrjan í nýggju kappingini. Teir taptu 4-1 á heimavølli fyri AB, har Hans Fróði Hansen einaferð í framtíðini kanska fer at spæla.

Meistaraliðið úr Brøndby vann heili 5-1 á uppflytarunum úr B93. B93 kom annars á odda, men tað tók Brøndby-maskinuni langa tíð at fáa leiðsluna aftur og at enda vinna trygt.

Silkeborg, sum í fjør vann silvurkrónurnar fyri nøsini á FCK, spældi javnleik 0-0 í fyrsta dystinum. Teir spældu á útivølli móti Lyngby.

Danska kappingini heldur fram til einaferð í november, tá farið verður í vetrarfrí. Byrjað verður so aftur í mars mánaði, tá seinna hálva verður avgreidd.