Todi og teir eru undir stórum trýsti

Men tað er ein stórur spurningur, um føroysku spælararnir í superliguni sleppa at spæla í morgin

Í annaðkvøld klokkan 17.30 fer fyrsti landskappingardysturin í donsku superliguni í 1999 at rulla á sjónvarpsskíggjanum hjá donsku TV3 rásini.

Fyrsta umfarið eftir vetrarsteðgin skal sambært skránni avgreiðast, og tað er sjón fyri søgn, at nógv tann størsti áhugin snýr seg um slagið um Keypmannahavn, toppdystin sum verður á Brøndby stadion millum Brøndby og FCK.

Øll atgongumerkini eru fyri langari tíð síðani seld, og pressan ger ógvuliga nógv burturúr.

? Jú, jú, soleiðis er tað. Nógv mest verður tosað um dystin hjá Toda og teimum. Tá tú lesur bløðini, so er sjón fyri søgn, at tað verður gjørt nógv minni burturúr øllum hinum dystunum, enn tí millum Brøndby og FCK, men eg haldi, at vit hava einki ímóti at vera settir í skuggan.

Hetta sigur Jákup Mikkelsen, sum saman við liðfeløgunum tíðliga sunnumorgunin skal langa busstúrin um Stórabelt og Lítlabelt og upp til Viborg.


Kavin órógvar

Tá alt hetta er sagt, so skal leggjast afturat, at tað er ikki heilt greitt, um tað yvirhøvur verður nakar fótbóltur í Danmark í vikuskiftinum.

Seinnapartin mikudagin fór hann at kava av møkum, og tað hevði við sær, at dysturin á Lyngby stadion millum heimaliðið og AaB, sum varð útsettur síðsta heyst, mátti blásast av, tá bara tjúgu minuttir vóru farnir, og um kavin, sum lá hósdagin, verður liggjandi, so er tað nógv, sum bendir á, at dystir fara at verða avlýstir í morgin. Men hann segði lýggjari veður fram móti vikuskiftinum, so teir høvdu gott mót í gjár.

? Tá vit fóru niður til Spania á venjingarlegu høvdu vit frammanundan bara eina ferð verið á grasi ? tað var tá vit spældu 1-1 móti OB ? annars høvdu vit bara vant á graslíki. Vit hava fimm grasvallir at venja á, men teir eru so bleytir av regni og nú av kava, at vit helst ikki sleppa á teir fyrrenn 1. apríl. Í hesi vikuni hava vit vant á einum grasvølli, sum ein skúli í nánd av felagnum eigur, og nú er hesin vøllurin púra eltur upp, sigur Jákup Mikkelsen. Tað er ivasamt, um liðið hjá honum verður í bestu uppstilling í morgin:

? Tveir av føstu monnunum hjá okkum hava verið skaddir, og tað var ikki fyrrenn hósdagin, at teir vóru til venjingar aftur. Vit hava ikki so ógvuliga breiðan hóp, men nú fáa vit at síggja, hvussu tað verður í morgin.


Trýst á Toda

Tá Jákup og allir aðrir í superliguni vera lidnir seinnapartin í morgin, fara Todi og hinir í FCK á vøllin í Brøndby. Eingin ivi er um, at Todi verður í álopinum undir liðini á Briani Laudrup. Todi veit væl, at nógv eygu heima á landi fara at fylgja honum, og sjálvsagt hevur hann eitt stórt ynski um, at tað skal gangast væl:

? Tað var altíð væntandi, at Brian Laudrup fór at fáa nógv tað mestu umrøðuna, nú hann er komin aftur úr útlandinum og skal royna seg í superliguni, og at áhugin er so stórur fyri honum, hevur við sær, at vit aðrir fáa meiri frið, men tá hetta er sagt, so veit eg eisini, at dysturin og avrikið hjá mær er ikki týdningarleyst. Tað liggur eitt trýst á mær, tí tá tú ert álopsspælari, so verður roknað við, at tú skorar mál ? ikki minst tá tú spælir saman við Briani Laudrup, sum hevur góð evni at leggja upp til aðrar. Eg veit eisini, at um tað ikki eydnast so væl hjá mær, sum venjarin roknar við, at tað skal gera, so sita tríggir aðrir á beinkinum, sum eru klárir at koma inn og sum brenna eftir at vísa, hvat teir duga. Men skalt tú hugsa um at hanga í á hesum støðinum, so kanst tú ikki lata teg tyngja av sovornum, og skal eg siga sum er, so kenni eg meg at vera væl fyri. Sjálvandi fer tað at kennast frágera væl, um eg skori í morgin, og vit vinna, men fyri okkum er tað týdningarmiklast, at vit ikki tapa móti Brøndby, og so hevur tað ikki mest at siga, um tað verði eg ella onkur annar, sum ger mál. Tað er eisini sera týdningarmikið, at vit eru so stinnir í verjupartinum, at teir í Brøndby ikki sleppa at skora.

Eisini hjá FCK kom tað illa við, at tað fór at kava mikudagin:

? Vit eru ikki væl fyri við venjingarvallum. Á Frederiksberg hava vit bara tveir grasvallir at venja á, og í hesi vikuni hevur tað ikki verið møguligt at brúkt teir. Fyrrapartin hósdagin vandu vit inni í KB høllini, og seinnapartin vandu vit á graslíki.

Tá FCK vandi seinnapartin hósdagin var eitt upptøkulið frá TV3 á staðnum, so ivaleyst verður okkurt frá tí venjingini at síggja undan dystinum í morgin.


Neyvan álopskent

Tá FCK síðsta leygardag pussaði formin av í venjingardysti móti svenska Helsingborg var havt á orði, at útgangsstøðan var sera álopskend. FCK royndi at leggja trýst á langt frammi á vøllinum, og tað hevði aftur við sær, at Todi Jónsson gjørdist tað, sum í fótbólti verður kallað boksspælari ? tað vil siga, at hann var nógv í brotsteiginum hjá mótstøðuliðnum.

At FCK var so álopskent, hevði við sær, at verjuparturin var alt ov tunnur, og ferð eftir ferð kom tað fyri, at sviarnir vóru púra leysir frammanfyri málinum hjá FCK.

Tað er givið, at FCK alt ikki verður so álopshugað í morgin. Tað verður Brøndby, sum fer at leypa á, og so verður tað uppgávan hjá Toda Jónssyni og Briani Laudrup at standa fyri snarálopunum.


Upp og niður

Upp undir fyrsta umfarið í donsku landskappingini hevur verið dúgliga gitt og veddað um, hvussu endastøðan í juni mánaða verður.

Um hetta sigur Jákup Mikkelsen:

? Tey flestu rokna við, at Todi og teir í FCK, sum í løtuni eru á triðja plássi, í juni fara at vinna DM, og tað verður eisini roknað við, at gamli venjarin hjá okkum, Ole Mørch, og AB verður tað liðið, sum fer at kappast mest við FCK. Herfølge er í løtuni á fimta plássi, og vit eru tað liðið, sum spámenninir rokna við fer at fáa tað størstu afturgongdina. Hetta er akkurát, sum tað plagar at vera undan kappingarbyrjan, og so er bara at vóna, at tað fer at ganga hjá okkum, sum tað fleiri ferðir hevur gjørt, nevniliga at vit hava gjørt spádómunum til skammar. Men tað er sera tætt millum liðini, so tað skal ikki so tað kunnu verða smáir marginalir, ið verða avgerandi fyri, um vit enda ovarlaga ella longri niðri.