Todi og teir spæla í kvøld

Fótbóltur: FCK spælir í Jerevan í kvøld

FÓTBÓLTUR: Todi Jónsson og hansara felag, FC Keypmannahavn, skulu aftur í europeiskan dyst í kvøld.

Dysturin er móti Ararat Jerevan og verður spældur í armenska høvuðsstaðnum.

Danskir fjølmiðlar halda ikki, at FCK fer at fáa trupulleikar við armenska liðnum og við at koma víðari í kappingini fyri steypavinnarar.

Fyrra dystin vann FCK 3-0, og tað er góður munur at hava niðurfyri í kvøld.

FCK verður utrópt til at verða einasta danska vónin til víðari luttøku í Europa-Cup, men danir fyri eitt óvæntað, men kærkomið, úrslit, tá AGF vann 1-0 á útivølli móti Nantes týskvøldið og tí kemur víðari í UEFA-Cup.