ÚTISETI
Tað fór ikki bara aftur við borðinum, tá ið Todi Jónsson sunnudagin saman við liðfeløgunum stórspældi í Parkini. Føroyska álopsessið skoraði tvey mál, áðrenn hann í 63. minutti varð skiftur út við nýggja brasilska tíggju millióna mannin hjá FCK.
Nógvir vóru um boðið og karakterirnir vóru stórir hjá FCK í fjølmiðlunum. Men tað var Todi Jónsson, ið frammanfyri liðfelagarnar varð kosin dagsins maður ímóti AGF.
Tey bæði málini høvdu við sær, at Todi Jónsson nú er ein av tveimum, sum hevur skorað flest mál fyri FCK, sum fyrst í níti árunum varð til, tá ið argu kappingarneytarnir í høvuðsstaðnum, KB og B1903 funnu út av, at tey skuldu leggja bestu liðini saman, um tey skuldu hava nakran møguleika ímóti Brøndby.
Síðani hann í 1997 kom til FCK, hevur Todi skorað 66 mál ella sama talið, sum miðvallarin Lars Højer Nielsen skoraði. Hann er ikki longur í felagnum, so tað er rættuliga sannlíkt, at Todi heilt skjótt verður einsamallur um metið.
Todi legði FCK á odda í 42. minutti, tá ið hann eftir Zuma fríspæling í vinstru sendi framvið AGF málverjanum, og seinna umfarið var fimm minuttir gamalt, tá ið Todi økti til 2?0. Talan var ikki um buldur og brak. Eftir Zuma fríspæling legði hann bóltin dygst framvið beininum, sum málverjin stóð á og í málið. Todi átti sín lut í uppspælinum til 3?0 málið. Hann sendi Zuma avstað í høgru, og Thomas Røll møtti innlegginum.
Fegin og troyttur
Tað er einki stuttligt at verða skiftur út so at siga hvørja ferð. Men sunnudagin hevði Todi Jónsson avgjørt einki ímóti, at Hans Backe vildi hava Álvaro at vísa, hvør dugur var í honum.
? Vit hava spælt tíggju dystir síðsta mánaðin, og eg havi verið so heppin at vera ímillum teir fyrstu ellivu hvørja ferð. Tað hevur verið rættuliga strevið. Eg kendi tað væl á kroppinum sunnudagin. Sjálvandi var tað sera hugaligt at sleppa at skjóta tvey mál eftir tvey so fín upplegg frá Zuma. Men tað hevur sjáldan verið so kærkomið at sæð tólv talið uttanfyri miðstrikuna, sum tað var hesa ferð. Hjá mær økist vandin fyri skaðum, tá ið nógv trýst er á likaminum. Hesar seinastu vikurnar hava vit spælt undir stórum trýsti. Tað ræður um at vera tøkur næstu ferð. Tí kom tað væl við, at eg varð útskiftur hesa ferð, sigur Todi Jónsson.
Tað kennist framvegis sum stórt vónbrot, at tað miseydnaðist ímóti Glasgow Rangers?
? Tað kanst tú ætla. Ikki minst eftir at lutakastið hevur verið, og tað er greitt, hvørjum vit skuldu havt spælt ímóti, um vit vóru í staðnum hjá Rangers. Men tað er einki at gera við tað nú. Málið er nú at endurtaka meistaraheitið frá í summar og at standa okkum væl í UEFA Cup kappingini. Tað er stór avbjóðing. Men kappingin um plássini á liðnum er so mikið stór, at tað er alneyðugt støðugt at vísa alt tað, sum tú ert mentur. Tað standa ein ella tveir uttanfyri, sum eru klárir at fáa møguleikan og sannføra venjaran um, at teir eru nóg góðir til liðið. Hetta eru treytirnar, og tær eru soleiðis, tí FCK vil vera við í toppinum alla tíðina. Tað vita vit, og so er at gera nakað við tað, sigur Todi Jónsson, sum í hesi vikuni fer at venja sum vanligt. Leygardagin og sunnudagin fara teir at hava frí.
? Vit hava so at siga ikki havt frí í vikuskiftinum síðani fyrst í januar. Tað kemur sera væl við at sleppa at hvíla, áðrenn nýggjar avbjóðingar í superliguni og UEFA Cup eru á skránni.