Tað er helst ikki at taka munnin ov fullan, tá vit siga, at í kvøld fær Todi Jónsson sína størstu avbjóðing higartil sum fótbóltsspælari. Tað er heldur ikki av leið at siga, at hetta er størsta avbjóðing, nakar føroyskur fótbóltsspælari hevur fingið, um vit síggja burtur frá landsliðnum.
Í kvøld fer FC Keypmannahavn ? vónandi við Toda Jónsson á liðnum ? inn á vøllin hjá enska London-liðnum Chelsea, Stamford Bridge. Tað er í europeisku kappingini fyri steypavinnarar, og tað var júst Chelsea, sum vann hesa kappingina seinast við finalusigri á italska Vicenza.
Chelsea er eitt av bestu liðum í Onglandi. Spælandi venjari hjá teimum er navnframi italiumaðurin Gianluca Vialli, og millum aðrar á liðnum kunnu vit nevna Brian Laudrup, Marcel Desailly, Frank Leboeuf, Gianfranco Zola, Dan Petrescu og málmannin Ed de Goey. Eitt lið fult av altjóða stjørnum, og eitt lið, sum verður ein stórur biti hjá FC Keypmannahavn at gloypa.
David Nielsen trokar
Todi Jónsson spældi fyrra hálvleik farna vikuskiftið, tá FCK vann 5-1 á Lyngby. Hann varð útskiftur í hálvleikinum við David Nielsen, sum skeyt trý mál í seinna hálvleiki. Tí hevur FCK-venjarin Kim Brink ein positivan trupulleika undan dystinum móti Chelsea. Skal hann halda fast við Toda í byrjunaruppstillingini, ella skal hann geva David Nielsen kjansin frá byrjan hesaferð??
Todi Jónsson hevur ikki dult fyri, at hann stílar hægri enn danskan fótbólt, og at enskur fótbóltur er eitt av málunum. Sigast má, at klaksvíkingurin í kvøld hevur eitt sera gott høvi at gera góða reklamu fyri seg sjálvan.
Norðurlendskir fótbóltsspælarar eru væl umtóktir í Bretlandi, tí teir sum oftast fella væl til, og tí teir ikki eru so dýrir sum spælarar úr eitt nú Italia og Spania.
Brot úr dystinum millum Chelsea og FC Keypmannahavn verða víst á Eurosport í kvøld.