ÚTISETI
Seinnapartin í gjár ? eftir at blaðið fór til prentingar, hittust Todi Jónsson og ítróttarstjórin í FCK, Niels?Christian Holmstrøm, í felagshølunum hjá FCK á Frederiksberg. Einasta mál á dagsskránni vóru sáttmálasamráðingarnar.
Fyri einum lítlum mánað síðani gjørdi Todi av at steðga við samráðingunum. Hann var ikki vísur í, um hann vildi halda fram í felagnum, tá ið hann saman við trimum øðrum skuldi kappast um tvey pláss ímillum teir fyrstu ellivu.
Sunnudagin skoraði Todi FCK málið í Aalborg. Harvið undirstrikaði hann dyggiliga, hvussu týdningarmikil hann er í FCK. Talan var um fjórða málið í landskappingini, sum er seytjan umfør gomul. Tað er ikki so galið, tá ið hugsað verður um, at nógvu tey fyrstu umførini var Todi stóran part av tíðini á beinkinum. Umframt tey fýra málini í landskappingini hevur Todi skorað fýra onnur týdningarmikil mál síðani summarsteðgin ? í steypakappingini og Europa Cup.
Spurningin, um hann er sinnaður at halda fram í FCK ella ikki, hevur Todi sjálvur svarað, áðrenn hann í gjár skuldi til samráðingarborðið:
? Eg havi hugsað meg um, og eg eri komin til ta niðurstøðu, at eg eri sinnaður at halda fram í FCK. Zuma hevur í nógvum umførum tær síðstu vikurnar verið í høgru síðu. Tað vil siga, at vit nú tykjast vera tríggir, sum kappast um tvey pláss í álopinum, og tí kappingini havi eg einki ímóti at vera við í. Tað ræður um at bíta tennirnar saman og at gera sítt ítarsta.
Tað vil við øðrum orðum siga, at ítróttarstjórin í FCK nýttist í gjár ikki at ivast í, um Todi var sinnaður at halda fram í felagnum ella ikki. Spurningurin, sum skuldi avgreiðast, var, hvussu tað skuldi vera við lønini, og hvussu langt nýggja sáttmálaskeiðið skuldi verða.
Yvirhøvur eru lønirnar í FCK hægri, enn tær eru í øðrum feløgum í Danmark. Men tað er eingin loyna, at Todi ikki hevur verið millum best løntu spælararnar í FCK. Hetta er sætta árið hjá honum í felagnum, og síðani Todi í 1997 flutti úr Lyngby og til FCK eru nógvir spælarar komnir afturat, sum ivaleyst fáa nógv meiri í løn. Todi vil ikki siga so nógv um lønarspurningin:
? Eg ætli mær ikki at spæla ókeypis, er einasta viðmerkingin. Í stuttu útsøgnini man liggja, at føroyski álopsmaðurin vil hava meiri í lønarposan, enn hann higartil hevur fingið.
Góða úrtøkan síðstu vikurnar hevur styrkt um samráðingarstøðuna hjá føroyska spælaranum, sum við avrikunum á vøllinum dyggiliga hevur undirstrikað yvirfyri leiðsluni, at hann framvegis er týdningarmikil liður í FCK strembanini at vinna DM og at standa seg í europeisku kappingunum. At Todi millum FCK áskoðararnar telist millum best lýddu spælararnar í felagnum ger neyvan støðuna verri undan samráðingunum.
FCK ferðalagið kom ikki aftur úr Aalborg fyrrenn fyrrapartin í gjár. Teir fóru beinleiðis úr Kastrup og til venjingar á Frederiksberg, og so skuldu Todi og Niels?Christian Holmstrøm samráðast. Í morgin frætta vit meiri um, hvussu tað gekst.