KEYPMANNAHAVN: Tað var lagt stórt álit á herðarnar hjá Toda Jónsson undan steypafinaluni hósdagin.
Hann hevur aftur í vár víst, at hann telist millum bestu álopsspælararnar í donsku kappingini, og skuldi nakar FCK-spælari forða Brøndby í at vinna greipuna, mátti tað verða føroyski álopsspælarin.
Tað klári Todi tó ikki, men hann var eyðsýndur í finaludystinum, og hann taldist millum teir bestu spælararnar.
Eftir steypafinaluna valdu ítróttarskrivararnir sum vanligt besta spælaran í dystinum, og har var Todi eisini millum teir fremstu. Hann kláraði tó ikki at gera nakað við John Faxe Jensen hjá Brøndby, sum fekk flestu atkvøðurnar.
? Eg haldi tað gekk rímuliga væl hjá mær, men eg manglaði at skora, segði Todi Jónsson við Ítróttarsosialin, tá hann umsíðir var sloppin frá teimum mongu donsku blaðmonnunum, sum vildu hava orðið á hann eftir dystin, og slapp at tosa á føroyskum uttanfyri skiftirúmini í Parkini.
? Eg hevði nógvar hálvar kjansir, men eg manglaði ein opnan kjans. Sjálvandi skulu álopsspælarar eisini onkuntíð skora uppá hálvar kjansir, men tað kláraði eg ikki í dag.
Mangla bóltar í dýpdina
Todi Jónsson byrjaði sum vænta í álopinum hjá FCK, har ljóshærdi Thomas Thorninger var makkarin allar 90 minuttirnar. Myrki David Nielsen mátti lata seg noyða við ein leiklut sum útskiftari, men hann slapp at spæla allan seinna hálvleik.
Todi var við í nógvum, men hann slapp ongantíð at vísa sína størstu styrki, sum eru longu trekkini. Men í smáspælinum slapp hann sær skilagott av við bóltin og gjørdi fá mistøk. Hann arbeiddi hart allatíðina, og var tann FCK-spælarin, sum hevði flestu royndirnar á Brøndby-málið.
? Vit spæla væl, men eg haldi framvegis, at tað er ov nógv smáspæl. Vit koma ov sjáldan til baklinjuna, og tað mangla bóltar í dýpdina, sum eg kann renna eftir. Ofta hava vit møguleikan at gera skjótt av, men ferðin verður næstan altíð tikin av spælinum á miðvøllinum, segði Todi Jónsson.
? Vit vísa góðan vilja til at koma aftur, eftir at vit komu afturum 2-0, men tá Brøndby skoraði til 3-1, avgjørdu teir dystin fór nakað av luftini hjá okkum.
Todi royndi seg ofta
Í fyrra hálvleiki hevði Todi ikki so nógvar royndir á málið, men hann var allatíðina við í álopsspælinum.
Hann snýtti Brøndby-verjuna við at læta bóltin fara millum beinini á sær tá 22 minuttir vóru spældir, men temjingin hjá púra leysa Thorninger var hálv-vánalig, og so rendi álopsspælarin seg fastan.
Í seinna hálvleiki var stutt millum royndirnar, og serliga vóru tað stútarar, sum føroyski álopsspælarin royndi seg við. Men hann var óheppin, og kláraði ongantíð at stýra bóltinum í málið.
FCK hevði álopsspælaran Kenneth Jensen, sum hevur skorað nakrar ferðir seinastu dystirnar, men hóast hann hitaði upp tað mesta av seinna hálvleiki, slapp hann ikki á vøllin.
Og tað mundi verða ein staðfesting av, at FCK-venjarin helt, at Todi og Thorninger gjørdu sítt arbeiðið nóg gott, sjálvt um teir manglaðu hepni frammanfyri málinum.
Tapa í SvF
Tað var sett áskoðaramet til danska steypafinalu hesaferð, og teir mongu áskoðararnir gjørdu sítt til at skapa eina dreymadyst.
? Tað var eitt ótrúligt upplivilsi at spæla fyri so nógvum áskoðarum. Eg legði merki til, at tað var eitt føroyskt flagg aftanfyri tað eina málið, og tað var hugaligt, segði Todi Jónsson.
Heima í Føroyum fylgdu nógvir landsmenn dystinum, sum varð sendur forskotin, tí hann ikki skuldi gera fortreð fyri føroysku steypadystunum, sum vóru spældir hósdagin eisini.
? Vit hava næstan fingið til vana at tapa, tá okkara dystir verða vístir í Føroyum.
Men tað hevur eisini eydnast FCK at vinna frammanfyri føroysku sjónvarpshyggjarunum. Tað var tá teir spældu Europa-Cup dyst móti Jerevan í fjør.