Todi á veg móti toppinum

Todi skoraði eitt fínt mál í Vejle, og avrikið bar boð um, at føroyski álopsmaðurin er sjálvskrivaður í FCK álopinum saman við Zuma

ÚTISETI

Heystið var troystarleyst hjá Toda Jónsson. Skaði omaná skaða høvdu við sær, at hann so at siga ikki spældi á besta liðnum, og hjá FCK gekk tað einki serligt.
Nú er vent í holuni. Sunnudagin var FCK í Vejle. FCK vann 3?1. Svenski FCK venjarin, Hans Backe, hevði enn eina ferð valt Toda Jónsson í annan álopssessin. Makkarin hjá Toda var suðurafrikanski Zuma. Samstarvið teirra millum var gott í 2. hálvleiki. Teir skoraðu hvør sítt mál, og tað er eingin ivi um, at venjarin ætlar teir báðar at vera parið, sum skal hótta mótstøðumálini tað, sum er eftir at hesum kappingarárinum.

Kvøkkurin
Tað var møguleiki fyri, at bæði Vejle og FCK skuldu hava føroyingar í álopinum. Men soleiðis var tað ikki. Christian Høgni Jacobsen var ikki millum teir fyrstu ellivu hjá Vejle, og hann var heldur ikki millum skiftisspælararnar, sum komu á vøllin.
Todi Jónsson var frá byrjan í FCK álopinum saman við Zuma. Í 1. hálvleiki gekk einki serligt. FCK var lítið sannførandi. Teir megnaðu ikki at prógva, at teir eru flokkar omanfyri Vejle. Í staðin var tað Vejle, sum var á odda 1?0, tá fyrra umfarið var liðugt.
FCK málverjin, Magnus Kihlstedt, hevur ongantíð verið støðugur, og tað var hann heldur ikki sunnudagin. Tá tríggir minuttir vóru farnir, royndi Alex Nørlund hjá Vejle seg úr 28 metrum. FCK málverjin sá bóltin allan vegin, men kortini misti hann bóltin afturum seg og í málið.

Todi í brennideplinum
Eftir steðgin setti FCK meiri ferð á, og so sást týðuliga, at teir eiga eitt lið, sum er mannað av fulltíðar yrkisspælarum, meðan Vejle hevur manning, sum ikki hevur so góðar umstøður.
Christian Poulsen og norski Erik Mykland settu seg á sentrala miðvøllin, og í álopinum vóru Todi og Zuma vandamiklir. Zuma javnaði til 1?1, tá seinna umfarið var tíggju minuttir gamalt. Hann var fyrstur á returi, eftir at langskot hevði tikið stólpan. Minuttin seinni skoraði Todi eitt fínt mál. Zuma sneiddi seg hegnisliga leysan í høgru, og Todi legði seg eitt sindur afturá, áðrenn hann við høvdinum stýrdi bólinum dygst inn við handara stólpanum.
Eina lítla løtu seinni var um reppið, at Todi aftur var upp á spæl. Millum tveir verjuspælarar tamdi hann við bringuni høgt innlegg úr høgru, men hann gleið á váta vøllinum, tá hann ætlaði at renna seg leysan.
Christian Poulsen staðfesti kærkomna FCK sigurin, tá hann fimm minuttir undan dystarenda sendi fríspark beinleiðis í málið. Fimm minuttir frammanundan var Todi Jónsson farin av vøllinum. Hann bar um at verða skiftur út. Í staðin fyri hann kom Peter Møller á vøllin. Hann fekk risa møguleika at skora, men hann kiksaði úr stuttari fjarstøðu.