Ukrainskar dronur hava lopið á níggju skip, sum hoyra til sonevnda russiska skuggaflotan.
Álopini vórðu framd í nátt í Azovhavinum, sum liggur innanfyri Krim-hálvoynna.
Kelda til tíðindini er Robert Brovdi, sum er leiðari fyri ukrainsku dronu-deildini, og hetta skrivar hann á Telegram.
Azovhavið er líka sum buktin innast í Svartahavinum - ella innanfyri Krim, sum Russland tók frá Ukraina longu í 2014.
Hetta sjóøkið hevur havt stóran strategiskan týdning í krígnum millum Russland og Ukraina.
Men, hetta er ikki einasta ukrainska álopið á skip í russiska skuggaflotanum.
Í gjár segði Ukraina, at landið hevði lopið á átta slík tangaskip í sama havøki, har álopini eisini vóru í nátt.
Skuggaskip eru skip, sum sigla við olju fyri Russland.
Russland brúkar hesi skip, sum ofta eru gomul, í royndini at sleppa uttan um evropeisk revsitiltøk.
Lesið eisini: Russar berjast við bensinpumpurnar
https://www.in.fo/news-detail/russar-berjast-vid-bensinpumpurnar











