Í gjárkvøldið vórðu mentanardagarnir 2025 í Sunda kommunu settir á Torginum í Skúlanum við Streymin.
- Stór mannfjøld var møtt, og sjálvur fekk eg høvið at seta ársins mentanardagar. Eisini vóru góð innsløg frá Eiðis Ljómfelag, Jens Marna Hansen, Hansu Fjallstein og Hans Andrias Jacobsen.
Soleiðis greiðir borgarstjórin, Eyðstein Zachariasen, frá á sínum Facebook-vanga.
- Størsta løtan var tó, tá 95 - og skjótt 96 - ára gamla, Gudrun Joensen úr Hósvík fekk ársins herðaklapp.
Borgarstjórin greiðir frá, at nógv góð uppskot vóru komin inn, men heiðurin til Gudruna var so sera væl uppiborin.
- Gudrun hevur í eitt mannaminni verið ímyndin av sjálvbodna arbeiðnum í økinum, og hon hevur verið ein sannur varði í at fremja trivna.
##med2##
Eyðstein Zachariasen vísir á, at Gudrun hevur verið sera virkin í sjómanskvinnuringinum, bátafelagnum Grynnuni, Regatta, Hósvíkar Róðrarfelag, Gjáarfelagnum Blóman og øðrum við.
Er eitt tiltak í Hósvík, so koma vit ikki uttan um Gudruna, sigur hann. Hon er ímyndin av, hvat ein tilflytari kann megna at fremja í einum øki.
- Takk fyri teg, Gudrun, og hjartaliga tillukku við sera væl uppiborna heiðrinum, sigur borgarstjórin, sum vísir á, at tað var Kjartan Madsen, sum tók løtumyndirnar, tá Gudrun Joensen varð heiðrað.